Lurta
Til lesiveik

Pláss í samanløgdum virksemi fyri dagstovnar

Foreldur í Tórshavnar kommunu, ið ynskja dagstovnapláss frá 19. juli til 6. august 2021 (vika 29, 30 og 31), tá stovnarnir annars eru stongdir, biðja vit vinaliga um at skráseta seg á sjálvgreiðsluni niðanfyri.

Freistin er fríggjadagin 4. juni 2021 kl. 12. Vit boða frá seinni, hvør stovnur er opin.

Tilmeldingin er bindandi. Tað er týdningarmikið, at barnið møtir teir dagar, sum tú hevur fráboðað. Barnið er tilmeldað, tá tú hevur fingið váttan við telduposti um, at títt barn er skrásett.

Barn og dagstovn
Foreldur
Vel dagar
Tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.