Lurta

Pláss í samanløgdum virksemi fyri dagstovnar

Gongur títt barn á dagstovni í Tórshavnar kommunu, og ynskir tú dagstovnapláss frá 15. juli til 2. august 2024, tá ið dagstovnarnir annars eru stongdir, kanst tú skriva barnið upp til samanlagt virksemi niðanfyri.

Freistin at biðja um pláss er hósdagin 16. mai 2024.

Vit boða frá seinni, hvør stovnur er opin.

Tilmeldingin er bindandi. Tað er týdningarmikið, at barnið møtir teir dagar, tú hevur fráboðað. Barnið er tilmeldað, tá tú hevur fingið teldupost við váttan um, at títt barn er skrásett.

Barn og dagstovnur
Foreldur
Vel dagar
Skráset niðanfyri hvørjar dagar títt barn kemur á dagstovn: *Tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.