Lurta
Til lesiveik

Sig dagstovnapláss upp

Hevur títt barn ikki tørv á sínum dagstovnaplássi longur, er tað tín ábyrgd at siga dagstovnaplássið upp. Hetta skalt tú til dømis gera, um tú flytir til aðra kommmunu.

Sig dagstovnapláss upp

Gev gætur, at tú mást siga títt barn úr sínum verandi dagstovni, áðrenn tú fært tikið av nýggjum dagstovnaplássi.



Soleiðis sigur tú títt barn úr stovni
Bókingarskipanin BARN

Rita inn í BARN-skipanina við Samleikanum og melda barnið úr. Hevur tú ikki longu Samleikan, kanst tú bíleggja hann her:

Fá samleikan (samleikin.fo)

Tað ber ikki til at melda barnið úr av óvart, tí tú verður biðin um at vátta uppsøgnina.

Nær skal eg melda mítt barn úr stovninum?

Tú skalt melda barnið úr tveir mánaðar frammanundan. Tú skalt senda uppsøgnina annaðhvørt tann 15. í mánaðinum ella við mánaðarlok.

Vilt tú til dømis vera leys av dagstovnaplássinum 15. mars, mást tú siga plássið upp 15. januar. Skalt tú somuleiðis vera leys av plássinum 1. apríl, mást tú siga plássið upp 1. februar.

Kommunan ger eingi undantøk frá hesu regluni.

Mítt barn skal byrja í skúla

Skal títt barn byrja í skúla, syrgir BARN-skipanin sjálv fyri at melda títt barn úr dagstovninum. Hetta er kortini treytað av, at tú hevur góðkent uppsagnardagin, sum skipanin skeyt upp, tá tú bókaði stovnsplássið á fyrsta sinni.

Hevur tú ikki váttað uppsagnardagin, kanst tú rita inn í bókingarskipanina og gera hetta.

Vátta uppsagnardagin til dagstovnapláss

Uppsøgnin kemur í gildi 30. apríl, tí øll dagstovnabørn í kommununi byrja í frítíðarskúla 1. mai.

Skal títt barn byrja í privatum skúla, hevur tú møguleika fyri at leingja plássið á dagstovninum til og við juli mánaða. Ring til Snarskivuna á 30 20 10 fyri at kunna teg nærri.   

Skal eg sjálv melda mítt barn úr stovni í aðrari kommunu?

Ja. Gongur títt barn á dagstovni uttan fyri Tórshavnar kommunu, skalt tú sjálv siga barnið úr stovni. Tað hendir ikki av sær sjálvum.

Meldar tú ikki barnið úr, kemur tú at rinda eykaútreiðslurnar, sum standast av at vera skrásett á tveimum stovnum.

Fái eg angrað mína frámelding?

Nei. Tú kanst ikki angra tína avgerð, tá tú hevur sagt stovnsplássið frá tær í skipanini.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu bókingarskipanina ella MínBoks og Samleikan, kanst tú prenta og útfylla umsóknarskjalið niðanfyri. Umsóknarblaðið fæst eisini í Snarskivuni. Tá tú hevur fylt skjalið út, skalt tú lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Havn.

Umsókn um uppsøgn av dagstovnaplássi

Soleiðis flytir tú títt barn á annan dagstovn
Eg vil flyta mítt barn á annan dagstovn í kommununi

Hevur tú frammanundan pláss á einum stovni, men ynskir at flyta barnið á annan stovn, kanst tú bóka eitt nýtt pláss ella skriva barnið upp á ynskilista í bókingarskipanini BARN. Hetta gert tú á sama hátt, sum tá tú bókaði upprunaliga plássið.

Gev gætur, at tá tú bíleggur eitt nýtt stovnspláss, meldar tú samstundis barnið úr sínum verandi plássi.

Bóka pláss á dagstovni

Eg vil flyta barnið til eitt stovnspláss í aðrari kommunu

Vilt tú flyta títt barn til ein dagstovn uttan fyri Tórshavnar kommunu, skalt tú minnast til, at tú sjálv hevur ábyrgdina av at siga stovnsplássið upp á verandi stovninum. Gloymir tú tað, kemur tú at rinda eykaútreiðslurnar, sum standast av at hava tvey pláss í senn.

Sig dagstovnapláss upp

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15