Lurta
Til lesiveik

Søk um váttan fyri vantandi barnaansing

Ert tú í tí støðu aftaná barnsburðarfarloyvi, at tú ikki fært dagstovnapláss til títt barn, og fært tú í tí sambandi fíggjarligar trupulleikar av ikki at sleppa til arbeiðis, kanst tú venda tær til Almannaverkið fyri at kanna, um tú hevur møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldshjálp.

Almannaverkið krevur í hesum sambandi váttan frá kommununi um, at tað ikki ber til at útvega tínum barni dagstovnapláss til ynsktu tíð.

Tú kanst søkja um váttan á Vanganum.

Søk um váttan fyri vantandi barnaansing á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um váttan fyri vantandi barnaansing" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um váttan fyri vantandi barnaansing



Váttan fyri vantandi barnaansing
Treytir fyri at vit kunnu lata tær váttanina

Ein treyt fyri at fáa váttan fyri vantandi barnaansing frá kommununi er, at tú hevur roynt at bóka tínum barni pláss í skipanini BARN stutt eftir, at barnið varð skrásett í Fólkayvirlitinum.

Ert tú tilflytari úr útlondum, skalt tú hava roynt at bóka pláss í seinasta lagi 6 mánaðar, áðrenn tú skalt nýta plássið. 

Tá tú søkir um váttan fyri vantandi barnaansing, loyvir tú samstundis kommununi at eftirkanna í BARN, nær tú hevur roynt at bóka pláss, og hvat tú hevur fingið bjóðað. Somuleiðis loyvir tú kommununi at bóka fyrst tøka plássið til títt barn og seta barnið á ynskilista at byrja fyrr.

Vísir okkara eftirkanning, at tað ikki hevur borið til hjá tær at bóka tínum barni eitt pláss til ynsktu tíð, lata vit tær eina váttan, um omanfyri lýstu tíðarfreistirnar eru loknar.