Á stovninum skal vera pláss fyri smáum og stórum, tað vil siga børnum, ungum, foreldrum og starvsfólkum. Vit arbeiða við nærleika og tryggleika í nærumhvørvinum við at skapa ein gerandisdag, har børn, ung og starvsfólk trívast, mennast og finna avbjóðingar. Vit arbeiða tvørtur um aldurin á børnunum. Vit taka støði í hvørjum einstøkum barni og ungum við tí í huga, at vit øll eru serstøk og hava ymiskan tørv á at mennast sálarliga og likamliga.
Vit arbeiða miðvíst fyri, at stovnurin skal gerast so grønur sum møguligt, millum annað við at gera børnini og tey ungu tilvitað um plastnýtslu og tílíkt. Vit nýta nærum einki plast; heldur endurnýta vit og brúka tilfeingi úr náttúruni.
Vit leggja dent á tað fría spæli hjá børnunum, tí soleiðis mennir barnið millum annað hugflogið og sosialu spælireglurnar.
Í námsætlan okkara arbeiða vit við barnarættindum, fólkaræði og javnstøðu í huga.
Vit leggja millum annað dent á:
- At børnini eru við til at mynda gerandisdagin
- At vit virða ymiskleikan og áhugan hjá tí einstaka barninum og hjá hvørjum øðrum
- At vit øll hava rætt til at luttaka í felagsskapinum
Vit leggja dent á ríku tónleikamentanina í Nólsoy. Vit hava eitt væl útgjørt tónleikarúm við ymiskum ljóðførum, har børn og ung kunnu venja ymisk ljóðføri hvør sær ella saman. Tey framføra bæði sum einstaklingar og í tónleikabólkinum hjá Látrinum, "Bólaband".
Vit arbeiða við søgu og mentan bæði afturlítandi og við staðbundnu søguni í nútíðarsamfelagnum.
SAMSTARV
Tað er sera týdningarmikið, at vit hava eitt gott og virðiligt foreldrasamstarv, soleiðis at barnið trívist á stovninum.
Tá foreldur koma á stovnin, leggja vit dent á at steðga á og heilsast.
Av tí, at foreldur sjáldan koma á stovnin, svara vit á tel. 27 49 10 frá kl. 11.
Vit hava ein stongdan bólk á Facebook, sum vit brúka til at samskifta og leggja boð og myndir út á.
Vit hava ein árligan felags foreldrafund. Eisini hava vit eina foreldraviðtalu um árið. Um tørvur er á tí, eru vit kortini altíð til reiðar at tosa við tykkum, um tit ella vit hava okkurt upp á hjarta.
Tað kemur fyri, at barninum tørvar eyka stimbran ella viðgerð, og tá er umráðandi, at vit tosa opið saman um hetta, fyri at tørvurin hjá barninum verður nøktaður. Soleiðis fær barnið bestu fortreytir at mennast.
Stovnurin hevur í samráð við foreldrini møguleikar at leita sær serkøna hjálp og ráðgeving frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, umframt frá Sernámi.
ÍTRIV
Í Berginum er okkara verkstaðsøki, har til ber at fáast bæði við fínt og grovari arbeiði. Vit leggja dent á endurnýtslu og ymiskt tilfar úr náttúruni, og vit brúka sum minst av formum. Vit leggja dent á, at børnini læra at brúka ymisk amboð og gott handverk. Hetta fyri at børnini læra at hugsavna seg um tað, tey gera. Tað ein góður førningur at hava við sær í lívinum.
Vit arbeiða tvørtur um aldursbólkar í verkstaðnum í Berginum. Vilja stovurnar arbeiða hvør sær við ymiskum ítrivi, taka tær tilfarið inn á stovurnar.
TILTØK
Siðvand tiltøk eru jólahald, føstulávint og summarveitsla. Tað hevur stóran týdning, at vit hava afturvendandi tiltøk, ið vit kenna aftur og sum vit kunnu gleða okkum til.
Eisini skipa vit saman við Nólsoyar skúla fyri SSP, ið stendur fyri Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi. Hetta eru tiltøk fyri børn, ung og foreldur. Vit hava til dømis havt drekadag og lummalyktatúrar.
Um heystið fletta vit. Tá hagreiða vit alt av seyðinum. Vit gera rullu-og blóðpylsu, heingja kjøt til ræsingar og rota skinnið fyri at tøva ullina. Tálgina nýta vit til knettir, sápu og ljós. Hornini framleiða vit til ymiskar prýðislutir.
Um várið velta vit ymiskt grønmeti, sum vit eta til millummála um heystið.
SJÚKA
Tá eitt barn er sjúkt, hevur fepur ella er illa fyri, kann tað ikki koma á stovnin. Barnið skal kunna taka lut í vanliga gerandisdegnum á stovninum, til dømis at vera úti.
Vinarliga sig okkum frá, um barnið ikki kemur á stovnin vegna sjúku, og hvat bagir barninum. Hetta er vegna smittuvanda.
Meta vit, at eitt barn er illa fyri, hevur fepur ella til dømis eygnabruna, ringja vit eftir tykkum.
KLÆÐIR
Gerandisdagurin er merktur av, at børnini fáa avbjóðingar innan- og uttandura. Tí er umráðandi, at børnini hava klæðir, ið hóska til veðrið, og at eyka klæðir liggja á stovninum. Øll klæðir skulu merkjast við navni. Foreldrini hava ábyrgdina av at rudda skiftirúmið hjá barninum og kanna eftir, um alt er í rúminum, sum eigur at vera har.