Undir Borgarhálsi 44
176 Velbastaður
Tel. 32 81 50 / 22 81 50
friskulin@friskulin.fo
Stovnsleiðari: Agnieszka Johannesen
Tel. 26 72 33
agnieszka.johannesen@skulin.fo
Undir Borgarhálsi 44
176 Velbastaður
Tel. 32 81 50 / 22 81 50
friskulin@friskulin.fo
Stovnsleiðari: Agnieszka Johannesen
Tel. 26 72 33
agnieszka.johannesen@skulin.fo
Frískúlin í Havn er ein stovnur, sum samantvinnir skúla og frítíðarskúla. Skúlin liggur í náttúruvøkrum øki undir Borgarhálsi á Velbastað. Hagin og áin eru okkara grannar, so náttúran er ein natúrligur partur av okkara dagliga virksemi.
Í frískúlanum eru 36 børn og átta starvsfólk, sum øll hava námsfrøðiliga útbúgving. Í løtuni eru 13 børn í yngsta bólki, og hesi 13 eru í frítíðaransingaraldri.
Frítíðaransing er, tá skúlagongd er. Tað vil siga, at skúlafrídagar eru eisini ansingarfrídagar.
Dagsskráin hjá yngsta bólki er soleiðis løgd til rættis, at hon er ein samanrenning av skúla og frítíðarskúla og av »val« og »skal«. Sumt skalt tú gera; annað kanst tú velja at gera. Ofta kanst tú velja millum ymiskt at gera.
Skúlaleiðari er Agnieszka Johannesen.
Skúlin letur upp kl. 7.50 og letur aftur kl. 16.45. Skúlagongdin byrjar kl. 8, og øll børnini eru í skúla ella ansing til kl. 14.45. Tá kunnu børnini velja at fara heim ella at vera longri í skúlanum.
Leiðari
Agnieszka Johannesen
Tel. 26 72 33
agnieszka.johannesen@skulin.fo
Frískúlin í Havn
Tel. 32 81 50
friskulin@friskulin.fo
SAMANLAGT VIRKSEMI
Í páskafrítíðini, í summarfrítíðini og í heystfrítíðini leggja kommunalu frítíðarskúlarnir sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í feriuni. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi.
Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir.
Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2023:
FREISTIR AT TEKNA SEG TIL SAMANLAGT VIRKSEMI
Gev gætur, at heldur tú ikki umsóknarfreistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Tørvar tær pláss í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar.
Áhugað foreldur eru altíð vælkomin at biðja um eina tíð at vitja skúlan.
Vilt tú skriva títt barn inn í skúla og frítíðarskúla í Frískúlanum í Havn, sum liggur á Velbastað, skalt tú skriva til skúlan.
Á heimasíðu okkara er eitt tilmeldingarskjal, sum tú kanst fylla út. Tú kanst eisini ringja til skúlan á tel. 32 81 50 ella til leiðaran á tel. 28 90 03.
Skúlin og frítíðarskúlin eru eitt samantvinnað heildagstilboð til børn svarandi til 1. – 6. flokk í fólkaskúlanum. Tá eitt barn verður innskrivað í frískúlan í Havn, er tað til eitt heildagstilboð. Tað vil siga bæði skúla og frítíðaransing. Tað ber ikki til bert at velja annað.
Frískúlin í Havn er ein sjálvsognarstovnur. Skúlagjaldið er 1.700 kr. um mánaðin alt árið.
Fyri gjaldið fært tú:
Tú hevur møguleika fyri at fáa systkinaavsláttur fyri frítíðaransingarupphæddina á sama hátt sum aðrir frítíðarskúlar í Tórshavnar kommunu.
Vit hava ikki matpakka við í skúla.
Skúlin leggur stóran dent á heilsugóðan, burðardyggan mat og á sosiala týdningin av at eta saman. Tí hevur køkurin alstóran týdning í skúlanum. Børnini skiftast um at borðreiða og taka av borðinum. Trý ella fýra børn gera hvønn dag mat saman við einum námsfrøðingi ella lærara.
Maturin, sum verður gjørdur í køkinum, er partur av tí, vit eta saman á middegi. Tá vit til dømis eta blóðpylsu ella rullupylsu, hava børnini sjálvi verið við, tá seyðurin varð flettur, og tey hava sjálvi seymað indrini og gjørt blóðpylsuna og rullupylsuna.
Børnini fáa eisini mjólk aftur við matinum. Harafturat fáa tey millummála kl. 14.45, og ein súreplaskál við einum súrepli í part stendur í hvørjari skúlastovu.
Onkur vaksin er altíð í køkinum, so eitt svangt barn fær ein bita, eitt glas av vatni ella mjólk og ikki minst eitt prát við tann vaksna í køkinum, um tørvur er á tí.
Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiði og brandskeiði til okkara starvsfólk. Næsta skeið verður í heyst 2020, um korona loyvir tí.
Foreldraráðið skipa vit fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.
Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.
Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
SANGUR OG DANSUR
Vit syngja øll saman umleið ein hálvan tíma hvønn dag, tá vit hava morgunsang. Fleiri ferðir um árið er møguleiki at tekna seg til at syngja í frískúlakórinum. Øll børnini frá øðrum árinum í skúlanum kunnu tekna seg til ukelele og seinni til gittara.
Í løtuni hava vit eisini musikkskúlatilboð til næmingarnar at læra at spæla akkordion og ymisk messingljóðføri.
Børnini í yngsta bólki syngja og dansa sangspøl, gera rútmuspøl og annað tónleikaligt virksemi so at siga hvønn dag. Vit fara upp á gólv saman við øllum skúlanum í minsta lagi eina ferð um vikuna; kortini ikki í føstu. Børnini læra kvæði og skipa sjálvi.
NÁTTÚRAN OG SKÚLIN
Vit spæla úti hvønn dag í minsta lagi ein tíma fyrrapart og aftur eftir kl. 14.45. Harafturat eru vit nógv úti í náttúruni, sum er beint uttan fyri hurðina.
Vit ganga regluliga hagatúrar í summarhálvuni. Børnini hava skiftiklæðir, regnklæðir og gummistivlar í skúlanum. Vit eru úti í so at siga øllum veðri.
VIT FYLGJA VIÐ ÁRSTÍÐUNUM OG NÁTTÚRUNI:
FORELDRASAMSTARV OG TILTØK
Tvær ferðir um árið hava vit felags foreldrafund. Tá greiða vit frá arbeiðinum komandi hálvár. Fundirnir eru í august og í januar. Eisini eru tvær foreldrasamrøður um árið. Onnur er um heystið og hin seint á vári.
Umleið fýra ferðir um árið bjóða vit foreldrunum til kvøldsetur. Tað kann til dømis vera til eina sangløtu, ein jólaleik, børnini sjálvi hava gjørt og framføra, eitt lesikvøld, har børn og vaksin koma saman at lesa ella framsýningar av ymiskum, vit hava fingist við.
Vit hava tveir foreldraarbeiðsdagar um árið. Tá gera vit ymiskar umvælingar og hampa skúlaøkið.
Í frískúlanum í Havn starvast í løtuni tveir námsfrøðiligir lærarar, fýra lærarar, ein tónleikalærari og eitt vaskifólk. Harafturat koma tveir musikkskúlalærarar regluliga í skúlan at undirvísa næmingum í harmoniku og messing.
ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.
Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:
Appin verður í løtuni royndarkoyrd á fleiri dagstovnum. Tá ið allir stovnar hava lært seg at brúka ForeldraGluggan, fara foreldur eisini at kekka børnini inn og út, tá tey koma og fara.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
Tín persónligi gluggi
ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.
Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um. Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.
Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum
Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.
Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:
Her skalt tú:
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.
SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.
Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. trýst á »Frí og frítíð«
4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni
So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Samskiftið millum foreldur og starvsfólk er eitt regluligt, virkið teldupostsamskifti.
Hevur onkur átrokandi boð, samskifta vit umvegis telefon; foreldur ella skúli ringja ella senda SMS-boð.
Foreldur og starvsfólk hava eina innanhýsis Facebooksíðu.
Tú kanst kunna teg nærri um frískúlan í Havn á heimasíðu okkara.
Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á frítíðarskúlarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Frískúlin í Havn hevur pláss fyri umleið 36 skúlabørnum.
Vilt tú skriva títt barn inn í skúla og frítíðarskúla í Frískúlanum í Havn, sum liggur á Velbastað, skalt tú skriva til skúlan.
Á heimasíðu okkara er eitt tilmeldingarskjal, sum tú kanst fylla út. Tú kanst eisini ringja til skúlan á tel. 32 81 50 ella til leiðaran á tel. 28 90 03.
Skúlin og frítíðarskúlin eru eitt samantvinnað heildagstilboð til børn svarandi til 1. – 6. flokk í fólkaskúlanum. Tá eitt barn verður innskrivað í frískúlan í Havn, er tað til eitt heildagstilboð. Tað vil siga bæði skúla og frítíðaransing. Tað ber ikki til bert at velja annað.
Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.
Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.