Frítíðarskúlin á Fløtum

Hans Andriasargøta 10
100 Tórshavn
Tel. 28 40 50

Leiðari: Hanna S. Thøgersen
Tel. 28 28 50
hannast@torshavn.fo 

Lurta
Til lesiveik

Frítíðarskúlin á Fløtum

Í frítíðarskúlanum á Fløtum ganga børn úr 1. og 2. flokki í skúlanum á Fløtum. Tvey starvsfólk eru knýtt at hvørjum flokki og hava ábyrgdina av flokkinum. Hesi eru somuleiðis kontaktpersónar hjá lærarum og foreldrum.

Endamálið hjá frítíðarskúlanum er, at børn eftir loknan skúladag sleppa at menna seg málsliga, sálarliga, sosialt, handaliga og rørsluliga innan tryggar karmar og við umsjón og vegleiðing frá vaksnum.

Í frítíðarskúlanum á Fløtum er virðingin fyri frítíðini hjá børnunum í hásæti, og vit raðfesta verkstaðsarbeiði og virksemi úti í náttúruni.

Ein partur av virkseminum gongur fyri seg í útifrítíðarskúlanum Spíranum í Havnardali. Har sleppa børnini úr 2. flokki at røra seg, meðan børnini úr forskúlanum og 1. flokki ganga í frítíðarskúla í Skúlanum á Fløtum. Harafturat hava vit eina eind í Hornabø, har vit arbeiða við børnum innan autismuspektrinum.



Um frítíðarskúlan á Fløtum
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 11 til kl. 17.

Samband

Leiðari

Hanna S. Thøgersen
Tel. 28 28 50
hannast@torshavn.fo

 

Frítíðarskúlin

Tel. 28 40 50

                            

Spírin

Tel. 22 46 41
spirinsta@torshavn.fo

Afturlatingardagar í 2021
  • Allar vanligar halgidagar – stovnurin stongdur
  • Páskafrítíð 27. mars – 5. apríl – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi í tríggjar dagar
  • Dýra biðidag 30. apríl – stovnurin stongdur
  • Grundlógardag 5. juni – stovnurin stongdur
  • Summarfrítíð vika 25 og 26 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Summarfrítíð vika 27 til 32 – stovnurin stongdur
  • Heystfrítíð 9. oktober – 17. oktober – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Jólafrítíð 22. desember – 4. januar 2022 – stovnurin stongdur
  • Hvørt ár hevur skúlin, sum frítíðarskúlin hoyrir til, tveir serstakar frídagar. Teir dagarnar hevur frítíðarskúlin víðkaða upplatingartíð frá kl. 7.45 til kl. 17
  • Hvørt ár hevur frítíðarskúlin sjálvur tveir ráðleggingardagar. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð frá stovninum í seinasta lagi seks vikur frammanundan

 

SAMANLAGT VIRKSEMI

Samanlagt virksemi merkir, at frítíðarskúlarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í frítíðartíðini.

Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2021:

  • Páskafrítíð 29. – 31. mars 2021
  • Summarfrítíð 21. juni – 2. juli 2021
  • Heystfrítíð 11. – 15. oktober 2021

Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá Frítíðarskúlin á Fløtum er stongdur.

 

FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:

  • Páskafrítíð 14. mars 2021
  • Summarfrítíð 4. juni 2021
  • Heystfrítíð 1. oktober 2021

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:

Samanlagt virksemi í frítíðartíð í frítíðarskúla

Vitja okkum

Tú ert vælkomin at vitja okkum. Ring til leiðara okkara, Hannu Thøgersen, á tel. 28 28 50 ella send ein teldupost til hennara á hannast@torshavn.fo 

Matur og drekka

Børnini skulu hava matpakka við ein dag um vikuna. Vit eta matpakka kl. 12 í frítíðarskúlanum. Børnini fáa ókeypis mjólk.

Frítíðarskúlin bjóðar millummála, sum børnini eta millum kl. 14 og kl. 15.

Klæðir og skiftiklæðir

Børnini skulu hava skiftiklæðir við hvønn dag. Harumframt skal hvørt barn hava gummistivlar, regnklæði og hálvhosur. Um veturin skulu børnini eisini hava húgvu og vøttir. Øll klæði skulu merkjast við navni.

Spírin hevur útiklæði til børnini. Vit hava regnklæði, kavadraktir, gummistivlar, húgvur, vøttir og hálvhosur.

Trygdarskeið

Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiði og brandskeiði. Seinasta skeið var í 2018.

Foreldraráð

Foreldraráðið skipa vit fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.

Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Sí á korti

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

MÓTTØKA

Frítíðarskúlin tekur ímóti børnunum í skúlastovuni. Børn og starvsfólk, sum skulu í Spíran í Havnardali, koyra í leigaðum bussi. Hini børnini fara til gongu í frítíðarskúlan saman við starvsfólkunum. Skúlin og lærarin hava ábyrgd av børnunum, til frítíðarskúlin tekur yvir.

 

NÁMSFRØÐILIGUR LEISTUR

Vit leggja dent á frítíðina hjá børnunum. Skúli og frítíðarskúli eru hvør sítt. Tá barnið er í frítíðarskúla, er talan um frítíð hjá barninum. Tað vil siga, at spæl, ítriv og annað virksemi er sjálvboðið, heldur enn skipað og lagt eftir tímatalvu sum í skúlunum.

Børnini hava sostatt møguleika fyri sjálvi at ráða yvir frítíðini í frítíðarskúlanum. Kortini eru okkara starvsfólk hjá børnunum og ansa eftir teimum. Harafturat bjóða vit børnunum ymisk tilboð, sum tey kunnu taka lut í, um tey hava hug.

Okkara leiðreglur eru, at:

  • Vit leggja dent á førleikan hjá einstaka starvsfólkinum
  • Vit arbeiða miðvíst og tilvitað við aldursbólkunum 6-9 ár. Tað vil siga, at starvsfólkið skal hava neyðugu vitanina um júst hendan aldursbólkin
  • Starvsfólkið skal vera tilvitað um menningina hjá einstaka barninum
  • Starvsfólkið skal kunna samstarva við børn, foreldur, starvsfelagar og skúla

 

ÍTRIV OG TILTØK

Vit hava fleiri tiltøk og ítriv á stovninum, og summi eru afturvendandi. Til dømis hava vit:  

  • Bindiklubba
  • Bingo
  • Hugnakvøld
  • Filmskvøld
  • Legu
  • Gisting á frítíðarskúlanum
  • Jólahald
  • Føstulávintshald
  • Føðingardag hjá frítíðarskúlanum
  • Bovling
  • Biograf
  • Útferðir og ymiskar ítróttakappingar
ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.

Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu: 

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá børnunum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu senda boð sínámillum
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa trygga atgongd til myndir og filmsbrot av barninum

Appin verður í løtuni royndarkoyrd á fleiri dagstovnum. Tá ið allir stovnar hava lært seg at brúka ForeldraGluggan, fara foreldur eisini at kekka børnini inn og út, tá tey koma og fara.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt. 


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.

Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um. Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.       

Hvussu stovni eg ForeldraGluggan?

Soleiðis gert tú, um tú frammanundan hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini

Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum. 

Í teldupostinum stendur: 

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum

Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon. 

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

 

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.

Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her: 

RITA INN Í BARN-SKIPANINA

Fá Samleikan (samleikin.fo) 

Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:

Her skalt tú:

  • velja eitt brúkaranavn
  • velja eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, sum verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð

 

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

 

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini. 

Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.

SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

 

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í. 

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at fara útferðir
  • svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið, sambært munnligari avtalu, kann avheintast av øðrum

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:

  • tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna

 

Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.

Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum. 

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. trýst á »Frí og frítíð«


4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni

So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug. 

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg. 


BOÐ

Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi. 

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum. 

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu. 


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum. 

Eg síggi ikki mítt barn í ForeldraGlugganum

Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. 

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú: 

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú: 

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Dagligt samskifti
Heimasíða

Tú kanst lesa meira um stovnin á heimasíðu okkara. Her leggja vit eisini myndir út frá gerandisdegnum.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum á Fløtum

Protokoll í gongini

Í gongini í frítíðarskúlanum liggur protokollin, sum foreldur skulu minnast til at seta kross í, tá tey koma eftir sínum børnum. Eisini er týdningarmikið fyri trygdina og tryggleikan á stovninum, at tann, sum fer avstað við barninum, sigur einum starvsfólki frá.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á frítíðarskúlarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á frítíðarskúlanum

Frítíðarskúlin á Fløtum hevur pláss fyri 225 skúlabørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Bóka pláss

Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.

Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá Samleikan

Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.

Bóka pláss

Umsókn um pláss á dagstovni

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Frítíðarskúlagjøld

Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:

Gjøld fyri frítíðarskúla

Frípláss

Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.

Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp frítíðarskúla