NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ
Í frítíðarskúlanum í Badmintohøllini leggja vit stóran dent á frælsið og frítíðina hjá barninum, og at barnið undir tryggum karmum er luttekur í at skapa egnan gerandisdag við stuðli frá vegleiðandi vaksnum, sum menna einstaka menniskjað.
ÍTRIV
Vit eru stødd í einum stórum ítróttarøki í Gundadali. Vit hava góðar møguleikar at nýta vøllir, svimjihøll og restina av nærumhvørvinum. Vit hava eitt friðað økið rundan um frítíðarskúlan við fleiri smáttum, og ein á rennir framvið. Vit hava mánabilar, súkklur og mangt annað. Umstøðurnar at røra seg eru góðar fyri rørsluligu menningina hjá einstaka barninum.
Vit hava sera góðar innanduraumstøður. Vit hava til dømis ymisk verkstøð, sum børnini kunnu brúka til at menna síni skapanarevni, vit hava ítróttarhøll, púturúm, dukkukrók, lesikrók, eitt stórt felagsrúm og annað. Alt hetta loyvir børnunum at menna seg á ymiskan hátt, bæði við skipaðum og óskipaðum tiltøkum.
MÓTTØKA
Vit fara eftir børnunum í Sankta Frans skúla eftir skúlatíð. Tá tosa vit við læraran um, hvussu gerandisdagurin hevur gingið.
FORELDRASAMSTARV
Vit leggja stóran dent á eitt opið og gott foreldrasamstarv, so vit kunnu menna einstaka barnið á bestan hátt.