Tað er umráðandi, at barnið veksur upp í einum tryggum og mennandi umhvørvi. Við hesum í huga bjóða vit eitt fjølbroytt námsfrøðiligt virksemi.
Vit leggja dent á fría spælið, sum hoyrir heima í einum frítíðarskúla. Hetta merkir eisini, at sjálvlæra er ein partur av gerandisdegnum.
Harafturat skipa vit fyri hugvekjandi, námsfrøðiligum tilboðum og ítrivum. Vit skipa til dømis fyri:
- Rørsluítrivum. Vit skapa karmar og skipa fyri rørsluligum virksemi bæði í náttúruni, í hallunum, í grannalagnum og í FIMI, sum vit vitja regluliga. Vit leggja dent á, at rørsla gongur fyri seg sum spæl
- Verkstovum av ymiskum slag
- Løtum við tøkni og spæli. Børnini fáa møguleika at spæla teldu og Playstation í einum sosialum felagsskapi og undir skipaðum umstøðum. Vit gera eisini smáar filmar, sum børnini luttaka í
- Túrum
- Náttúruupplivingum og mongum øðrum
Í flestu førum gera børnini sjálvi av, um tey luttaka í ávísum virksemi.
TÁ BARNIÐ KEMUR Á STOVN
Í 1. og 2. flokki hava vit eitt skipað samstarv við skúlan. Vit koma eftir børnunum í skúlastovuni, tá skúladagurin er liðugur. Tá geva vit eisini børnunum viðkomandi kunning um dagsins virksemi. Lærarar siga í sínum lagi starvsfólki á frítíðarskúlanum frá skúladegnum.
NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ
Frítíðarskúlin í Hoyvík bjóðar øllum børnunum eitt trygt, mennandi, avbjóðandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi. Her verður barnið virðismett.
Vit leggja dent á dygd, nærveru og yrkisføri.
Hvønn dag bjóða vit børnunum alskyns virksemi, og tey velja sjálvi, hvat tey hava hug til at gera.
FORELDRASAMSTARV
Á stovninum leggja vit dent á gott og trygt foreldrasamstarv. Samskiftið og samstarvið millum foreldur og starvsfólk hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum.
Á hvørjum ári bjóða vit foreldrum til foreldrasamrøðu. Við skúlaársbyrjan í august ella september hava vit felags foreldrafund fyri øllum foreldrum at børnum í frítíðarskúlanum.