Frítíðarskúlin Sankta Frans

Villumsgøta 13
100 Tórshavn
Tel. 28 15 09

Dagstovnaleiðari: Sandra Mikkelsen
Tel. 21 88 95
sandram@torshavn.fo

Lurta

Frítíðarskúlin Sankta Frans

Frítíðarskúlin Sankta Frans liggur mitt í býnum, tætt við náttúruvakurt umhvørvi. Viðarlundin er okkara nærmasti granni, og vit hava góðar møguleikar fyri náttúruupplivingum av ymiskum slag. Stutt er at ganga oman í Listaskálan, Grasagarð, niðan í svimjihøllina í Gundadali ella yvir í FIMI, sum vit vitja hvørja viku.

Frítíðarskúlin heldur til í sama bygningi sum forskúlin hjá Sankta Frans skúla. Hann varð bygdur í 2011 og er bert ætlaður børnum úr forskúlanum.

Bygningurin er innrættaður við stórum og smáum hugnaligum rúmum til ymiskt virksemi. Vit hava til dømis hems, ítrivsrúm, lesikrók, legorúm, dukkukrók og køk.

Børnini eru ikki býtt í stovur, men kunnu ganga frítt ímillum rúmini.

Úti í garðinum er eitt asfalterað øki, sum er væl egnað til at koyra mánabil, rulluskoyta, hoppa band og ymiskt annað spæl. Her er eisini ein lítil vøllur. Økið hinumegin garðin rópa vit »Amerika«. Tað er eitt gott og hugnaligt umhvørvi hjá børnunum at spæla í. Har er eisini ein sandkassi, tvey spælihús og ein stórur bøur til ymiskt spæl.

Í frítíðarskúlanum starvast um níggju starvsfólk. Talan er um bæði námsfrøðingar og hjálparfólk. Frítíðarskúlin tekur ímóti 48 børnum. Øll børnini eru millum seks og sjey ára gomul.



Um frítíðarskúlan
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 11 til kl. 17.

Samband

Leiðari

Sandra Mikkelsen
Tel. 21 88 95
sandram@torshavn.fo

Frítíðarskúlin Sankta Frans

Tel. 28 15 09

Afturlatingardagar í 2022
  • Jólafrítíð 22. desember 2021 - 4. januar 2022 – stovnurin stongdur
  • Allar vanligar halgidagar – stovnurin stongdur
  • Páskafrítíð 9. apríl - 18. apríl – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi tríggjar dagar
  • Flaggdagin 25. apríl – stovnurin stongdur
  • Dýra biðidag 13. mai – stovnurin stongdur
  • Grundlógardag 5. juni – stovnurin stongdur
  • Summarfrítíð 29. juni - 12. juli – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Summarfrítíð 6. juli - 17. august – stovnurin stongdur
  • Heystfrítíð 8. oktober - 16. oktober – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Jólafrítíð 22. desember - 2. januar 2023 – stovnurin stongdur
  • Hvørt ár hevur skúlin, sum frítíðarskúlin hoyrir til, tveir serstakar frídagar. Teir dagarnar hevur frítíðarskúlin víðkaða upplatingartíð frá kl. 7.45 til kl. 17
  • Hvørt ár hevur frítíðarskúlin sjálvur tveir ráðleggingardagar. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð frá stovninum í seinasta lagi seks vikur frammanundan

SAMANLAGT VIRKSEMI

Samanlagt virksemi merkir, at frítíðarskúlarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í frítíðartíðini.

Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2022:

  • Páskafrítíð 11. apríl - 13. apríl 2022
  • Summarfrítíð 29. juni - 12. juli 2022
  • Heystfrítíð 10. oktober - 14. oktober 2022

Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá Frítíðarskúlarnir annars eru stongdir.

FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:

  • Páskafrítíð 25. mars 2022
  • Summarfrítíð 3. juni 2022
  • Heystfrítíð 23. september 2021

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:

Samanlagt virksemi í frítíðartíð í frítíðarskúla

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Kortini liggur best fyri hjá okkum fyrrapartar.

Í juni mánaði bjóða vit foreldrum at vitja stovnin saman við sínum børnum í sambandi við, at børnini byrja í forskúla og frítíðarskúla eftir summarfrítíðina.

Ring á tel. 21 88 95 ella 28 15 09 ella send ein teldupost til sandram@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Børnini skulu hava matpakka við í frítíðarskúla.

Tey fáa mjólk og millummála frá frítíðarskúlanum. Vatn stendur frammi allan dagin.

Í frítíðarskúlanum arbeiðir eitt køksfólk, sum ger børnunum millummála. Onkuntíð hjálpa børnini til í køkinum ella at baka.

Til millummála fáa børnini sum oftast frukt, grønmeti, suppu, rísgreyt, jogurt ella bollar.

Trygdarskeið

Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiðum til okkara starvsfólk. Seinasta skeiðið var í mars 2019.

Foreldraráð

Foreldraráðið skipa vit fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.

Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Sí á korti

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

Grundarlagið undir frítíðarskúlanum er eitt viðurkennandi menniskja- og barnasýni. Vit arbeiða miðvíst við menning og trivnaði og leggja dent á barnið og barnabólkin og øll teirra áhugamál, førleikar og tørvir.

Frítíðarskúlin er eitt frítíðar- og menningarrúm fyri børnini. Saman við vaksnum menna børnini seg her í vinaløgum við onnur børn. Tað er í rúminum og í felagsskapinum við onnur, at sjálvsálit, sjálvsfatan, samstarvsevni, ábyrgd og samkensla fáa møguleika at vaksa.

Spælið hevur størstan týdning í frítíðarskúlanum. Gjøgnum spæl og í tryggum umhvørvi skapa vit trivnað. Soleiðis kann barnið læra og mennast.

Umframt at arbeiða fyri at vera eitt trygt, gott, avbjóðandi og stuttligt stað, har børnini trívast og mennast, leggja vit serligan dent á:

  • Spæliumstøður, sum birta upp undir frælsa spælið
  • Møguleika fyri rørslu
  • Náttúru- og uttanduraupplivingar
  • Felagsskap og gott samskifti

NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ

Vit arbeiða við støði í eini námsætlan, sum skal tryggja heildarmenningina hjá barninum. Námsætlanin byggir millum annað á tey barnarættindi, sum eru staðfest í Barnarættindasáttmálanum hjá ST.

Námsfrøðiliga uppgávan er at tryggja barninum rættindini til at læra og mennast, til avbjóðingar og dirvi og til at seta undrandi og forvitnar spurningar.

Menningarøkini eru býtt í sjey ymisk menningarøki. Tú kanst lesa okkara málsetingar fyri hvørt øki niðanfyri.

PERSÓNLIGIR FØRLEIKAR

Øll børn hava rætt til at:

  • Menna samleika, sjálvskenslu og sjálvvirði
  • Menna undran, forvitni og áhuga fyri at spæla og læra
  • Menna sína sjálvstøðu, álitið á egin evni og egnar fortreytir
  • Menna dirvið at siga frá egnum kenslum og meiningum
  • Menna førleikan at kunna njóta frið og hvíla

SOSIALIR FØRLEIKAR

Øll børn hava rætt til at:

  • Vera virkin, spæla og taka ábyrgd saman við øðrum
  • Hava ávirkan og kenna seg sum part av einum týdningarmiklum felagsskapi
  • Menna síni evni til at virka í bólki, knýta vinabond, klára tvístøður, og at skilja rættindi og skyldur

HEILSA OG RØRSLA

Øll børn hava rætt til at:

  • Menna sínar rørslur og kropsfatan
  • Njóta at vera virkin og brúka sín kropp og sínar sansir
  • Kenna týdningin av góðari heilsu, dygdargóðum kosti, reinføri og vælveru

MÁL OG SAMSKIFTI

Øll børn hava rætt til at:

  • Menna sítt mál og sín samskiftisførleika við fjølbroyttum møguleikum at bera seg fram
  • Menna sín áhuga fyri myndum, teksti og ymiskum miðlum
  • Læra at orða seg, samrøða og grunda
  • Menna eitt fjølbroytt orðatilfeingi

SKAPANDI EVNI

Øll børn hava rætt til at:

  • Menna síni skapandi evni, njóta at taka lut í skapandi virksemi og gleðast um tað, tey skapa gjøgnum estetiskar lærutilgongdir
  • Menna sítt hugflog og førleikan at gera hugskot til veruleika
  • Kunna seg um og menna fjølbroyttar kreativar hættir at úttrykkja seg, til dømis gjøgnum myndir, formar, rørslur, sang, tónleik, sjónleik ella dans
  • Menna ymisk handverk

NÁTTÚRA, UMHVØRVI OG TØKNI

Øll børn hava rætt til at:

  • Menna sín alsk fyri náttúruni og kanna og kunna seg um vøkstur og djóralív og onnur fyribrigdi í náttúruni
  • Menna sína tilvitsku fyri ringrásini í náttúruni, fyri umhvørvi og vistfrøði, og fyri hvussu menniskja, náttúra og samfelag hava ávirkan á hvørt annað

SIÐIR OG MENTAN

Øll børn hava rætt til at:

  • Fáa innlit í og menna føroyska mentan, søgu og samleika
  • Kenna føroyska siðvenju, høgtíðir og matmentan
  • Gerast alment mentað
  • Menna kenslur og virðing fyri øðrum mentanum

NÁMSFRØÐILIG AMBOÐ

Vit hava nøkur amboð og nakrar leiðreglur, sum vit nýta í gerandisdegnum.

BETRI VINIR (FRI FOR MOBBERI)

Vit arbeiða við støði í teimum fýra virðunum, sum "Betri vinir" hava. Tey eru:

  • Tolsemi – at síggja og viðurkenna ymiskleikan í barnabólkinum og fara við hvørjum øðrum sum javnmett
  • Umsorgan – at sýna áhuga, samkenslu, stúran og hjálpsemi fyri øllum børnum
  • Virðing – at viðurkenna og taka atlit til øll børn
  • Dirvi – at siga og boða frá mørkum og at siga frá, tá mann sær børn fara um mark hjá øðrum

LEIÐREGLUR FYRI FELAGSSKAPIN

Tá felagsskapurin hevur tað gott, hava øll tað gott. Tí er týdningarmikið at vera í góðum sambandi í góðum sálarligum umhvørvi.

Tí hava vit leiðreglur fyri, hvussu vit eru saman:

  • Pláss skal vera til øll, men ikki til alt
  • Vit tosa pent við hvønn annan
  • Vit ansa eftir hvørjum øðrum
  • Vit hjálpa hvørjum øðrum
  • Vit lurta eftir hvørjum øðrum
  • Vit taka ábyrgd fyri, hvussu vit sjálvi bera okkum at, áðrenn vit rætta upp á onnur
  • Vit viðurkenna ymisleikan hjá hvørjum øðrum
  • Vit luttaka virkin í barnabólkinum og felagsskapinum
  • Vit spæla øll saman óansæð kyn og eind

GERANDISDAGURIN OG TILTØK

Børnini koma í frítíðarskúla kl. 11.20 hvønn dag. Vit eta matpakka umleið kl. 12. Børnini skiftast um at hjálpa at seta á borðið.

Aftan á matpakkan luttaka børnini í stóran mun í at mynda gerandisdagin.

Vit bjóða børnunum ymisk ítriv og tiltøk við fjølbroyttum møguleikum og avbjóðingum bæði innandura og úti. Vit skifta millum skipað og óskipað spæl.

Vit kunnu brúka fimleikahøllina í Sankta Frans skúla hvønn dag.

Vit skipa ymiskar túrar. Vit fara til dømis oman í Grasagarð, í viðarlundina, á Sandagerð, vitja ymisk søvn, vit ríða, skreiða í KFUK-bønum, vitja Norðurlandahúsið ella ymisk spælipláss.

NÁTTÚRU- OG UTTANDURA UPPLIVINGAR

Vit eru nógv úti allar árstíðir. Vit brúka náttúruna sum námsfrøðiligt lærirúm. Í náttúruni eru ríkir møguleikar at stimbra  allar sansir, rørslur og evnini til at hugsavna seg. Í náttúruni eru góðar umstøður at brúka sítt hugflog, at undrast og læra um vøkstur, djór, kykt, fuglar, síl og annað mangt.

Gott er við frískari luft. Spælið uttandura kann geva heilt øðrvísi møguleikar enn inni. Børnini kunnu rópa og renna, uttan at nakar talar at, tí úti er høgt til loftið og vítt til veggja.

SVIMJING

Tað er týdningarmikið at vera virkin og at brúka kroppin og sansirnar. Eisini at kenna týdningin av góðari heilsu, reinføri og vælveru. Vit svimja eina ferð um vikuna. Vit byrja at svimja við børnunum, tá líður móti heysti.

FIMI

Vit vitja fimleikahøllina hjá FIMI hvørja viku. Har eru góðar umstøður hjá barninum at menna sínar rørslur og sína kropsfatan. Eisini er gott pláss hjá børnunum at vera saman til ymiskt spæl.

FORELDRASAMSTARV

Fyri at skapa ein góðan frítíðarskúla, har øll trívast, krevst eitt gott foreldrasamstarv. Vit vilja fegin hava eitt tætt og ærligt samstarv við foreldrini, sum byggir á álit og virðing frá øllum pørtum. Tað er sera umráðandi fyri trivnaðin hjá barninum, at foreldrini siga okkum frá um umstøður heima, sum kunnu ávirka trivnaðin hjá barninum.

Vit hava foreldraviðtalur eftir tørvi og eru altíð til reiðar at tosa við tykkum, um tit hava okkurt upp á hjarta.

Hvørji eru vit?

Í frítíðarskúlanum starvast um níggju starvsfólk. Talan er um bæði námsfrøðingar og hjálparfólk.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.

Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá børnunum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu senda boð sínámillum
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa trygga atgongd til myndir og filmsbrot av barninum

Appin verður í løtuni royndarkoyrd á fleiri dagstovnum. Tá ið allir stovnar hava lært seg at brúka ForeldraGluggan, fara foreldur eisini at kekka børnini inn og út, tá tey koma og fara.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.

Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um. Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.

Hvussu stovni eg ForeldraGluggan?

Soleiðis gert tú, um tú frammanundan hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini

Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum

Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.

Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:

RITA INN Í BARN-SKIPANINA

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:

Her skalt tú:

  • velja eitt brúkaranavn
  • velja eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, sum verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.

SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at fara útferðir
  • svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið, sambært munnligari avtalu, kann avheintast av øðrum

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:

  • tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna

Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.

Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. trýst á »Frí og frítíð«


4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni

So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í ForeldraGlugganum

Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Dagligt samskifti
Afturlatnir Facebookbólkar

Tá børnini byrja í frítíðarskúlanum, stovna vit ein Facebookbólk til foreldrini. Við samtykki frá foreldrunum leggja vit myndir út av gerandisdegnum hjá børnunum. Her kunnar stovnurin eisini foreldrini um ymiskt.

Boðtalva og boð frá foreldrum

Við inngongdina hava vit eina boðtalvu til ymisk boð frá starvsfólkunum til foreldrini.

Á pultinum í inngongini hava vit eina bók til praktisk viðurskifti, sum foreldrini kunnu skriva boð til starvsfólkini í.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á frítíðarskúlarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á frítíðarskúlanum

Frítíðarskúlin Sankta Frans hevur pláss fyri 48 forskúlabørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Bóka pláss

Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.

Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.

Bóka pláss

Umsókn um frítíðarskúlapláss

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Frítíðarskúlagjøld

Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:

Gjøld fyri frítíðarskúla

Frípláss

Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.

Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp frítíðarskúla