Í frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt raðfesta vit útilívið høgt. Í dagligdegnum eru øll børnini og meginparturin av starvsfólkunum úti á spæliplássinum frá kl. 11.30 til kl. 12 (aftan á vit hava etið matpakka). Tveir spælskiparar skipa fyri ymsum námsfrøðiligum ítróttavirksemi, sum børnini kunnu luttaka í. Vit brúka alt útiøkið hvønn dag, alt árið. Náttúran rundan um okkum er eisini karmur fyri spæl og læring.
Við okkara námsfrøðiliga skipaða virksemi vilja vit styrkja trivnaðin, heilsuna og menningina hjá børnunum. Hetta gera vit við útgangsstøði í einstaka barninum og í teimum vinabondum, børnini knýta. Vit nýta hugtakið "at øva seg" fyri at eggja hugin hjá børnunum at læra, mennast og gerast sjálvbjargin.
NÁMSFRØÐILIGUR ÍTRÓTTARSTOVNUR
Á einum námsfrøðiligum ítróttastovni eru ítróttur, spæl og rørsla ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Her er ivaleyst av plássi at folda seg út bæði inni og úti. Fysisku karmarnir eru innrættaðir soleiðis, at børnini kunnu røra seg á ymsan hátt í øllum rúmum. Her er alt frá tí meira villa og aktiva spælinum til tað meira róliga spælið, sum krevur hugsavnan og frið.
Fysisku karmarnir skulu styðja møguleikunum hjá børnunum at læra og geva teimum avbjóðingar til bæði kropp og sinn. Rúmini verða smidliga innrættað, og innbúgvið verður javnan flutt runt, soleiðis at rúmini eru væl egnað til spæl og at geva børnunum íblástur. Vit raðfesta somuleiðis at skapa smá rúm í stóra rúminum, sum stimbra hugsavnan.
Í høllini er millum annað air-track, hjúlbretti, motorikkbanar, bóltar, togendar, rimar og klatriveggur. Uttanfyri hava vit millum annað reiggjur, sandkassa, balansusúkklur, brekkur, PANA-bana, FIFA-vøll og eina tjørn. Vit hava eisini vátdraktir, stivlabuksur og útgerð til klatring, so børnini hava hópin av avbjóðingum og møguleikum.
Tú kanst lesa meira um, hvat tað merkir at vera ein ítróttasertifiseraður frítíðarskúli her:
Ítróttasertifisering av frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt