Margarinfabrikkin

Magnus Heinasonar gøta
100 Tórshavn
Tel. 29 21 17
fabrikkin@torshavn.fo  

Leiðari Salua Manai
Tel. 28 21 19
salua@torshavn.fo

Vís á korti

Lurta

Margarinfabrikkin

Margarinfabrikkin er eitt virkishús fyri børn og ung úr 3. flokki til og við 17 ár. Vit liggja mitt í miðbýnum í Havn, og økið rundan um okkum er fult av lívi allan sólarringin. Okkara høvuðsførleiki er at skapa, stimbra og eggja børnum og ungum til at finna og menna sínar gávur og at gerast sunn, glað og virkin menniskju.



Um Margarinfabrikkina
Upplatingartíðir

Børn 3. til 6. flokk

Mánadag til hósdag kl. 12-17
Fríggjadag kl. 11.30-17

 

Ung úr 7. flokki til og við 17 ár

Mánakvøld til hóskvøld kl. 18-22
Fríggjakvøld kl. 19-01
Leygarkvøld kl. 20-02

Samband

Dagstovnaleiðari

Salua Manai
Tel. 28 21 19
salua@torshavn.fo

Margarinfabrikkin

Tel. 29 21 17

fabrikkin@fabrikkin.fo

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi

Afturlatingardagar og samanlagt virksemi í 2024

  • Allar vanligar halgidagar – stongt
  • Páskafrítíð 25. - 27. mars – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Páskafrítíð 28. mars - 1. apríl – stongt
  • Flaggdagur 25. apríl – stongt
  • Dýri biðidagur 26. apríl – stongt
  • 2. hvítusunnudagur 20. mai – stongt
  • Grundlógardagur 5. juni – stongt
  • Kristi himmalsferðardagur 9. juni – stongt
  • 19. juni til 21. juni – stovnurin opin frá kl. 7.45-17 
  • Summarfrítíð 24. juni - 9. juli – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Summarfrítíð 10. juli - 14. august – stongt
  • Heystfrítíð 14. - 18. oktober – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Jólafrítíð 2024 – stongt samsvarandi frítíð skúlans
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan


Samanlagt virksemi

Í páskafrítíðini, í summarfrítíðini og í heystfrítíðini leggja kommunalu frítíðarskúlarnir sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í feriuni. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi. Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir. 

Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2024:

  • Páskafrítíð 25. - 27. mars 2024
  • Summarfrítíð 24. juni - 9. juli 2024
  • Heystfrítíð 14. - 18. oktober 2024

 

Freistir at tekna seg til samanlagt virksemi

  • Páskafrítíð 2024: 12. februar 2024
  • Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
  • Heystfrítíð 2024: 2. september 2024

Gev gætur, at heldur tú ikki umsóknarfreistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum. Tørvar tær pláss í samanløgdum virksemi, kanst tú søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar.

Samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar

Vitja okkum

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja í Margarinfabrikkini. Starvsfólk eru altíð klár at taka ímóti tykkum í vanligu upplatingartíðini.

Tit noyðast ikki at ringja fyri at biðja um tíð. Hava tit tørv á einum práti áðrenn vitjanina, eru tit tó vælkomin at venda tykkum til Salua Manai. Send ein teldupost til salua@torshavn.fo ella ring á telefon 28 21 19. Til ber eisini at senda ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo ella ringja á tel. 29 21 17.

Matur og drekka

Hvønn dag gera starvsfólkini børnunum millummála. Margarinfabrikkin hevur eina matarskipan, ið hevur eitt brúkaragjald. Tað vil siga, at børnini rinda, hvørja ferð tey keypa sær millummála. Hvør máltíð kostar 7 kr., og hvørt barnið eigur ein part um dagin.

Børnini kunnu hava reiðan pening við, men limir kunnu eisini stovna eitt matkort. Tað vil siga, at foreldrini rinda eitt gjald á matkortið. Matkortið er eitt fysiskt kort, sum liggur í Margarinfabrikkini, og sum starvsfólkini umsita. Hendan møguleikan hava vit valt, so børnini ikki noyðast at hava reiðan pening við sær dagliga, og fyri at foreldrini kunnu kenna seg trygg við, at børnini fáa ein góðan millummála hvønn dag.

Vit leggja stóran dent á at geva børnunum ein mettandi millummála. Millummálin kann til dømis vera suppa við breyði, heimagjørd eplapitsa, jogurt, havragrýn, nudlur við høsnasalati, sandwich ella grønmetisspjót.

Trygdarskeið

Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.

Foreldraráðið

Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum.

Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Her finnur tú okkum

Soleiðis húsast vit

Margarinfabrikkin er skipað við fleiri felagshølum í miðhæddini, meðan verkstøðini eru á loftinum.

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

Okkara námsfrøðiligi hugburður

Á Margarinfabrikkini eru vit skiljandi og rúma ymisleika. Vit arbeiða tilvitað fyri at skapa jalig sambond og stimbra sjálvsvirðið hjá børnunum og teimum ungu. Vit syrgja fyri at hava tey ungu so nógv við í gerandisvirkseminum og fyriskipaðu tiltøkunum, sum gjørligt. Hetta gevur teimum virðismiklar upplivingar av at hepnast.

Vit brúka fjølbroytta kreativitetin á Margarinfabrikkini sum okkara týdningarmesta námsfrøðiliga amboð, tí hetta hjálpir at menna skapandi gávurnar hjá børnunum og teimum ungu.

Margarinfabrikkin er eitt lívligt hús. Vit hava bæði skipað og spontan tiltøk. Vit eru sannførd um, at tey bestu hugskotini koma frá sjálvum børnunum og teimum ungu. Tí lurta vit altíð eftir teimum. Fyri at ganga teimum á møti og tryggja, at tey fáa orðið, hava vit millum annað barnafund eina ferð um mánaðin. Barnafundurin er demokratiskt skipaður, og øll hava møguleika fyri at siga sína hugsan.

Vit leggja okkum eftir at bjóða ymiskar verkstovur og aktivitetir gjøgnum árið. Verkstovurnar eru flest allar í húsinum, meðan onkur einkultur aktivitetur er aðrastaðni. Dømi um verkstovur eru køksfabrikk, barnayoga, seiðaberg, hipp hopp, krea, drama, spurnakapping og svimjing.

Margarinfabrikkin skipar eisini fyri fleiri árligum, almennum tiltøkum fyri bæði børn og ung. Vit skipa til dømis fyri: 

  • Talent, sum er ein talentkapping fyri børn, ið plagar at vera um heystið
  • BarnaJól er eitt tiltak, Margarinfabrikkin skipar fyri í samstarvi við Visit Tórshavn. Tá hava vit opið hús við ymiskum verkstovum
  • Sement, sum er ein tónleikakapping fyri ung og vaksin. Øll kunnu luttaka
  • Umhvørvisveiðu og Mentanarviku hjá Tórshavnar kommunu, sum Margarinfabrikkin altíð hevur ein aktivan leiklut í. Til dømis bjóða vit dagstovnum og skúlum at luttaka á umhvørvisveiðu. Á umhvørvisveiðu sleppa børnini at brúka sína orku og læra eitt sindur um plantur, trø, at skilja burturkast og mangt annað
  • SummarNám, sum er ein summarskúli. Tá summarfrítíðin byrjar, skipar Margarinfabrikkin hvørt ár fyri einum summarskúla, sum vit rópa SummarNám. SummarNám er fyrst og fremst eitt tilboð til limirnar í Margarinfabrikkini, men hvørt ár hava onnur børn eisini verið við

Umhvørvisveiðuna skipa vit sum eina postaveiðu við ymiskum spurningum, sum snúgva seg um evnini í umhvørvisvikuni.

Eitt av endamálunum við umhvørvisveiðuni er, at børnini og tey vaksnu, sum eru við, gerast tilvitað um náttúruna. Ein partur av tiltakinum er upplýsandi, men endamálið er eisini, at børnini og tey vaksnu kunnu fáa nøkur áhugaverd prát við á vegnum.

Í Margarinfabrikkini hava vit virðing fyri hvørjum øðrum og fyri Margarinfabrikkini. Hetta merkir, at vit raðfesta ein jaligan atburð móti hvørjum øðrum, og at vit eru góð við Margarinfabrikkina. Øll, sum eru í Margarinfabrikkini skula hava eina kenslu av, at húsið er eitt gott og trygt stað at vera.

 

Okkara kjarnuvirðir

Okkara kjarnuvirðir eru:

  • Rúm – vit hava stórt menniskjaligt innlit, sum ger, at vit hava pláss fyri ymisleika í Margarinfabrikkini

  • Frælsi – vit hava ta hugsjón, at Margarinfabrikkin er eitt friðskjól hjá børnum og ungum, og tí skulu tey hava møguleikan at velja til og frá og harvið skapa og skipa sín egna gerandisdag og samleika

  • Skemt – vit nýta skemt sum eitt námsfrøðiligt amboð fyri at menna sambond við børnini og tey ungu. Vit hava eina spælandi lærutilgongd. Í Margarinfabrikkini hava vit tað stuttligt saman

  • Felagsskapur – menniskjað mennist best í samspæli við onnur. Vit halda, at øll børn og ung hava rætt til vinir. Í felagsskapinum minka vit um einsemi. Vit vilja, at felagsskapurin skal virka fyri, at vit øll, bæði børn, ung og vaksin, hava fokus á solidaritet heldur enn einstaklingadyrkan

  • Kveikjan – vit vilja fegin stimbra, eggja og inspirera børnini og tey ungu sum koma í Margarinfabrikkina til at menna síni evni og gerast sunn, glað og virkin menniskju. Vit ynskja at stuðla upp undir, at børnini og tey ungu finna megi til at møta avbjóðingum. Vit eru tilvitað um at leggja dent á styrkir heldur enn veikleikar

 

Hvussu gera vit?

  • Vit geva børnum og ungum frælsi við ábyrgd, tí tey taka lut í at mynda Margarinfabrikkina. Samstundis tillaga vit krøv og væntanir til tann einstaka

  • Vit hava tann hugburð, at vit øll eru gimsteinar, og í Margarinfabrikkini sleppa allir gimsteinar at skína

  • Við okkara vitan og virðing fyri menniskjanum syrgja vit fyri at skapa umstøður og møguleikar fyri, at børnini og tey ungu kunnu gera sær sínar egnu royndir, so tey uppdaga sínar egnu styrkir

  • Vit tora nærveruna við at skapa tíð og pláss til tann einstaka

  • Vit leggja oyra til teirra søgur, sum vit hava æruna av at vera partur av

  • Vit skapa umstøður til djúphugsni og at vera í løtuni. Tilgongdin er fyri okkum enn virðismiklari enn úrslitið
Hvørji eru vit?

Í Margarinfabrikkini starvast 20 starvsfólk við ymiskum útbúgvingum. Her eru bæði námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, tónleikarar og lesandi innan sosialvísindi, námsfrøði og lærarayrkið.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.

Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Er ForeldraGluggin tryggur?

ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:

  • bara foreldur, sum hava foreldramyndugleikan, og í summum førum fosturforeldur, kunnu í løtuni fáa atgongd til dáturnar í skipanini. Næsta verkætlanarstig fer at umfata foreldur, sum ikki hava felags foreldramyndugleika, og sonevnd bonusforeldur

  • tvey-faktor-góðkenning krevst fyri at rita inn í skipanina fyrstu ferð. Tað vil siga, at tú brúkar títt egna loyniorð og brúkaranavn og fært eina einnýtiskotu sendandi við SMS, ið verður brúkt fyri at tryggja, at tínar upplýsingar samsvara

  • myndir av tínum børnum verða goymdar í appini, ið verður rikin á vardum servara hjá Tórshavnar kommunu. Tað merkir millum annað, at tá starvsfólk taka myndir av tínum barni, so verður myndin ikki goymd á snildfonini sjálvari, men á varda kommunala servaranum

  • stovnar og foreldur sleppa undan at hava myndir liggjandi á Facebook og heimasíðum, sum kommunan ikki fær vart, og sum fólk av óvart kunnu fáa atgongd til

  • fyllir tú kartotekskortið hjá tínum barni rætt út, syrgir skipanin fyri, at myndir verða deildar í tann mun, tú hevur givið loyvi til tað
Hvat kann ForeldraGluggin brúkast til?

ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá barninum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu samskifta talgilt
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa atgongd til myndir og filmsbrot av barninum
  • foreldur kunnu gera spæliavtalur vegna børnini
Hvussu stovni eg meg sum brúkara?

Soleiðis gert tú, um tú longu hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini

Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.

Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

RITA INN Í plássskipanina

Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:

Her skalt tú:

  • velja tær eitt brúkaranavn
  • velja tær eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, ið verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð


Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at barnið sleppur at fara við á útferð
  • at barnið sleppur at svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið kann avheintast av øðrum sambært munnligari avtalu

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú spurd eftir:

  • kunning um tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:

Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. Trýst á »Frí og frítíð«


4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:

Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í appini

Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.

ForeldraGluggin (tema)

Dagligt samskifti
Heimasíða

Tú kanst kunna teg nærri um dagstovnin á heimasíðu okkara.

Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á kommunalu frítíðarskúlarnar at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss í Margarinfabrikkini

Frítíðarskúlin í Margarinfabrikkini hevur pláss fyri umleið 150 skúlabørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Skriva títt barn inn í frítíðarskúla

Vilt tú skriva títt barn inn í frítíðarskúla, kanst tú avgreiða innskrivingina frá hesari síðuni:

Skriva títt barn inn í frítíðarskúla

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Frítíðarskúlagjøld

Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:

Gjøld fyri frítíðarskúla

Frípláss

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja stovnspláss. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp frítíðarskúla