Lurta

Pláss í samanløgdum virksemi fyri frítíðarskúlar í summarfrítíðini 2023

Gongur títt barn í frítíðarskúla í Tórshavnar kommunu, og hava tit pláss fyri neyðini frá 28. juni 2023 til 11. juli 2023, tá ið frítíðarskúlarnir annars eru stongdir, ert tú vælkomin at skráseta barnið í sjálvgreiðsluni niðanfyri.

Freistin at biðja um pláss er 4. juni 2023. Tilboðið fevnir um frítíðarskúlabørn í forskúla, 1. flokki og 2. flokki. Boðað verður frá seinni, hvør stovnur er opin.

Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, tit boða frá niðanfyri. Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið váttan sendandi við telduposti um, at barnið er skrásett.

Barn og frítíðarskúli
Foreldur
Skriva navn á foreldur
Vel dagar
Tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.