Lurta

Samanlagt virksemi í frítíðarskúla

Hevur tú tørv á frítíðarskúlaplássi í frítíðini, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir, kanst tú søkja um pláss í einum frítíðarskúla, sum er opin í frítíðini. Í Tórshavnar kommunu leggja frítíðarskúlarnir virksemið saman í frítíðini, soleiðis at minst ein frítíðarskúli er opin. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi.

Søk um pláss í samanløgdum virksemi

Øll børn til og við 2. flokki eru vælkomin at nýta tilboðið. Niðanfyri kanst tú kunna teg um, hvussu samanlagda virksemið er skipað, nær umsóknarfreistirnar eru og hvussu tú ber teg at við at søkja pláss.



Soleiðis meldar tú til
Hvussu meldi eg til?

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, skalt tú søkja um tað við at nýta grøna knøttin niðanfyri og tøppa kravdu upplýsingarnar inn.

Søk um pláss í samanløgdum virksemi

Gev gætur, at tilmeldingin letur upp fýra vikur áðrenn umsóknarfreistina. Tað ber ikki til at søkja pláss, fyrr enn tilmeldingin er latin upp. Kunna teg um umsóknarfreistirnar niðanfyri.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Snarskivuna á telefon 30 20 10.

Tilmeldingin er bindandi – sig frá, um tær ikki tørvar plássið

Tilmeldingin til samanlagt virksemi er bindandi. Hevur tú teknað títt barn til samanlagda virksemið, og hevur tað ikki tørv á plássinum kortini, skalt tú skjótast gjørligt boða leiðaranum frá í frítíðarskúlanum hjá barninum.

Er samanlagda virksemið longu byrjað, skalt tú venda tær til leiðaran í tí frítíðarskúlanum, sum er opin í frítíðini. Navn og telefonnummar til leiðaran í samanlagda virkseminum hevur tú fingið frá leiðaranum á frítíðarskúlanum hjá tínum barni, áðrenn samanlagda virksemið byrjaði.

Bráðfeingis tørvur á plássi

Fært tú bráðfeingis tørv á plássi, aftaná tilmeldingarfreistin er farin, skalt tú senda torshavn@torshavn.fo eina skrivliga umsókn um pláss í samanlagda virkseminum. Minst til at skriva »Bráðfeingis tørvur/Barna- og ungdómsdeildin« í evnisteigin.

Í umsóknini skalt tú greiða frá bráðfeingisstøðuni og grundgeva fyri tínum brádliga íkomna tørvi á plássi. Tórshavnar kommuna svarar tær skrivliga aftur.

Soleiðis er samanlagda virksemið skipað
Samanlagda virksemið í 2024

Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2024:

  • Páskafrítíð 25. - 27. mars 2024
  • Summarfrítíð 19. juni - 9. juli 2024
  • Heystfrítíð 14. - 18. oktober 2024

Tá tað stundar til, at samanlagda virksemið skal byrja, kunnar frítíðarskúlaleiðarin teg um, hvat tú skalt hava í huga, tá títt barn byrjar í samanlagda virkseminum. Tú fært millum annað at vita, hvørji starvsfólk frá frítíðarskúlanum verða til staðar í samanlagda virkseminum.

Umsóknarfreistir

Freistirnar at melda til samanlagt virksemi í 2024 eru:

  • Páskafrítíð 2024: 12. februar 2024
  • Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
  • Heystfrítíð 2024: 2. september 2024

Tú finnur eisini freistirnar á síðuni hjá frítíðarskúlanum, har títt barn vanliga gongur.

Ein mánaða fyri tilmeldingarfreistina festa allir dagstovnar í kommununi eitt uppslag um tilmelding og freist á kunningarveggin í dagstovninum. Hetta er fyri at minna foreldur á tilmeldingina.

Gev gætur, at tað er tín egna ábyrgd sum foreldur at melda barnið rættstundis til samanlagda virksemið.

Finn frítíðarskúla

Upplatingartíðirnar í samanlagda virkseminum

Samanlagda virksemið er opið frá kl. 7.45-17.

Hvussu síggi eg, hvør stovnur er opin í frítíðartíðini?

Hevur tú meldað títt barn til samanlagt virksemi, kunna vit teg um, hvør frítíðarskúli er opin, tá tilmeldingarfreistin er farin. Hesa kunning fært tú frá leiðaranum á frítíðarskúlanum hjá tínum barni.

Hvussu leingi er tilmeldingin opin?

Tilmeldingin er opin í minsta lagi fýra vikur. Eftir tilmeldingarfreistina letur tilmeldingin aftur, og stovnsleiðarar fáa tá stundir til at fyrireika starvsfólk og virksemi, áðrenn samanlagda virksemið letur upp.

Nær fái eg kunning um samanlagda virksemið, sum mítt barn er meldað til?

Tá tað stundar til samanlagda virksemið, fært tú nærri upplýsingar um, hvat tú skalt hava í huga. Tú fært millum annað at vita, hvørji starvsfólk frá frítíðarskúlanum verða til staðar í samanlagda virkseminum.

Kunningina fært tú frá leiðaranum á frítíðarskúlanum hjá tínum barni.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15