Lurta

Pláss í samanløgdum virksemi fyri frítíðarskúlar í summarfrítíðini 2022

Gongur títt barn í frítíðarskúla í Tórshavnar kommunu, og hava tit pláss fyri neyðini frá 29. juni til 12. juli 2022, tá ið frítíðarskúlarnir annars eru stongdir, eru tit vælkomin at skráseta barnið í sjálvgreiðsluni niðanfyri.

Freistin at biðja um pláss er 3. juni 2022 klokkan 12. Tilboðið fevnir um frítíðarskúlabørn í forskúla, 1. flokki og 2. flokki. Boðað verður frá seinni, hvør stovnur er opin.

Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, tit boða frá niðanfyri. Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið váttan sendandi við telduposti um, at barnið er skrásett.

Barn og frítíðarskúli
Foreldur
Skriva navn á foreldur
Vel dagar
Tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.