Lurta
Til lesiveik

Søk um frípláss til frítíðarskúla

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnapláss og frítíðarskúlapláss. Hetta verður rópt fyri frípláss.

Tú skalt søkja um frípláss, tá tú hevur meldað barnið inn í frítíðarskúlan.

Tú kanst søkja um frípláss við at fylla skjalið niðanfyri út og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn.
Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um frípláss til frítíðarskúla" í evnisteigin.

Søk um frípláss til frítíðarskúla



Soleiðis søkir tú um frípláss
Hvat skal eg hava tøkt?

Tú skalt útfylla umsóknarskjalið um frípláss. 

Harafturat skalt tú vita, hvør samlaða mánaðarliga inntøkan hjá tær og tínum maka er í løtuni.

Hava tú ella tín maki eyka inntøkur aftrat lønarinntøkunum, skalt tú viðfesta skjalprógv fyri eykainntøkurnar. Eykainntøkur kunnu til dømis vera útleigan av íbúð, inntøkur frá virðisbrøvum ella inntøkur, sum ikki eru skattskyldugar í Føroyum. Tú hevur skyldu til at kunna okkum um slíkar inntøkur.

Rokna fríplássupphæddina

Hvussu stórt ískoyti, tú kanst fáa, veldst um inntøkuna í húskinum. Á stigtalvuni fyri frípláss sært tú, hvussu stóran part, tú sjálv skalt rinda, og hvussu stóran part, landið rindar.

Fyri at rokna fríplássupphæddina skalt tú sostatt bara kenna samlaðu inntøkuna hjá tær og tínum maka og galdandi dagstovnagjøldini.

Stigtalva frípláss (verður umsitið av Almannamálaráðnum)

Gjald fyri frítíðarskúla

Bóka stovnspláss, áðrenn tú søkir

Vit kunnu í fyrsta lagi játta tær frípláss, tá tú hevur bókað eitt pláss í einum frítíðarskúla. Tú bókar pláss við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Bóka pláss í frítíðarskúla

Tú móttekur fríplássískoytið, tá títt barn er byrjað á stovni. Gev gætur, at tað ber ikki til at søkja um frípláss afturvirkandi.

Eg eri sjálvstøðugt vinnurekandi

Eru tú ella tín maki sjálvstøðugt vinnurekandi, skalt tú viðfesta forskotsuppgerðina fyri tann av tykkum, sum er sjálvstøðugt vinnurekandi. Legg forskotsuppgerðina við, tá tú letur okkum umsóknina um frípláss.

Mítt ALS-gjald er ikki játtað enn?

Er tín umsókn um arbeiðsloysisstuðul ikki liðugt viðgjørd, er frægast, at tú viðmerkir navnið á tínum málsviðgera í ALS og gevur okkum loyvi til at seta okkum í samband við viðkomandi. Tú kanst viðmerkja hetta í viðmerkingateiginum á tænastuportalinum, tá tú søkir um frípláss.

Á henda hátt er skjótari hjá okkum at fáa eitt yvirlit yvir samlaðu inntøkurnar í tykkara húski. Tá ber til hjá okkum at rokna títt fíggjarliga frípláss út.

Um frípláss
Hvussu fái eg fríplássupphæddina?

Játta vit tær frípláss, minkar títt dagstovnagjald samsvarandi fríplássupphæddini. Tað vil siga, at fríplássupphæddin verður mótroknað í tínum dagstovnagjaldi.

Hvussu skjótt fái eg fríplássískoytið?

Fríplássískoytið er galdandi frá tí degi, títt barn byrjar í frítíðarskúlanum. Hetta er kortini treytað av, at tú hevur latið umsóknina um frípláss inn í seinasta lagi ein mánað eftir byrjunardagin. Letur tú hinvegin umsóknina inn seinni enn ein mánað aftaná byrjunarfreistina, er játtanin galdandi frá fyrsta degi í mánaðinum eftir.

Fáa vit til dømis tína umsókn 25. februar ella 31. mars, og barnið byrjar á stovninum 1. mars, verður ískoytið veitt frá 1. mars. Fáa vit hinvegin umsóknina seinni enn 31. mars, tekur fríplássið við frá 1. apríl.

Frípláss og foreldragjaldið kunnu broytast frá mánaða til mánaða

Títt frípláss kann broytast frá mánaða til mánaða. Hetta kann koma fyri, um inntøkan hjá tær ella tínum maka broytist munandi.

Minst til, at tú hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, sum skerja tín rætt til fíggjarligt frípláss.

Um inntøkan broytist varandi ella er hækkað munandi

Eru varandi broytingar í tínum inntøkuviðurskiftum ella øðrum viðurskiftum, sum økja tín rætt til fíggjarligt frípláss, kanst tú lata nýggja umsókn inn fyri at dagføra fríplássupphæddina.

Nýt sjálvgreiðsluna omanfyri á hesari síðuni.

Hvat havi eg skyldu til at kunna tykkum um?

Tú hevur skyldu til at kunna okkum um broytingar í húskinum, hjúnastøðuni ella í øðrum viðurskiftum, sum hava týdning fyri títt fíggjarliga frípláss. Ein broyting kann til dømis vera, at tú fært ein maka, sum letur fíggjarligt íkast til húskið.

Tú hevur kortini ikki skyldu til at kunna um tínar egnu inntøkubroytingar uttan so, at talan er um broytingar í inntøkum frá sjálvstøðugum vinnuvirksemi ella í inntøkum, sum ikki eru skattskyldugar í Føroyum.

Eftirjavning

Vit eftirmeta títt fríplássískoyti eina ferð um árið. Vit fáa ársuppgerðir og onnur skjalprógv um tíni fíggjarviðurskifti frá TAKS.

Tá vit eftirjavna, taka vit eisini fyrilit fyri smærri inntøkubroytingum, sum ikki hava ført til eftirjavning árið fyri.

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15