Lurta

Skúli


Barnatannrøkt og heilsufrøðingatænastur

Øll børn og ung millum 0-17 ár eru fevnd av kommunalu tannrøktini. Tilboðið fevnir bæði um eftirlit, viðgerð, tannrætting og skaðar. Tænastan er ókeypis.

Eftir at barnið hevur fylt tvey ár, kalla vit regluliga inn til kanningar.

Skúlabørn fáa eisini tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar frá heilsufrøðingi. Heilsufrøðingurin bjóðar millum annað vegleiðing um heilsu, menning og trivnað og veitir foreldrum og skúlum ráð.

Tannrøkt til børn og ung

Heilsutilboð til skúlabørn

Hevur títt barn tørv á mentori?

Hevur títt barn sálarligar trupulleikar ella stúranir at dragast við? So kann mentorskipaninin fyri ung hjá Barnabata og Tórshavnar kommunu vera ein loysn.

Mentorskipanin er eitt upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð til børn og ung í aldrinum 12-18 ár. Mentorskipanin kann virka til at stimbra og menna sjálvsvirðið og trivnaðin hjá tínum barni. Skipanin virkar við vegleiðing frá sjálvbodnum og skúlaðum mentorum.

Mentorskipanin til ung

Frítíðarkalendarin hjá skúlunum

Dagfestingarnar fyri skúlafrítíðina kunnu vera ymiskar frá skúla til skúla. Hetta kemst av, at hvørt skúlaár hava skúlarnir ein ella tveir frídagar at leggja. Hvør skúli sær ger av, hvussu frídagarnir skulu liggja.

Kunna teg nærri í álmanakkunum hjá einstøku skúlunum, sum tú finnur á heimasíðunum hjá skúlunum.

Finn skúla

Á flot við Westward Ho 2024
Skúli
Á flot við Westward Ho 2024

Aftur í ár fara 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu á flot við Westward Ho. Túrarnir í 2024 verða frá 21. august til 2. september.

Seks nýggj grundupptøkuøki til skúlarnar
Skúli
Seks nýggj grundupptøkuøki til skúlarnar

15. november 2021 fingu vit 6 nýggj grundupptøkuøki til kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu. Les um upptøkuøkini og dagførdu upptøkureglurnar her.

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15