Umhugsar tú at útseta skúlabyrjanina hjá tínum barni, er frægast at taka hetta upp við dagstovnin, áðrenn barnið skal skrivast inn í skúla.
Meginreglan er, at øll børn byrja í skúla sama kalendaraár, tey fylla sjey ár. Skúlarnir eru til reiðar at taka ímóti børnunum, tá tey hava skúlaaldur. Hóast tað er ymiskt, hvussu klár børnini eru til at byrja í skúla, eru skúlarnir væl útgjørdir til at taka ímóti børnunum og at møta børnunum, har tey eru í síni menning.
Til ber at úseta skúlagongd í samráð við skúla og barnagarð, um barnið er á markinum til skúlaaldur.
Summi børn kunnu fáa útsett skúlabyrjanina, um stúrt verður fyri menningini og trivnaðinum hjá barninum, og um Barna- og ungdómsdeildin í Tórshavnar kommunu og Sernám hava viðmælt at útseta skúlabyrjanina.
Barna- og ungdómsdeildin ger bara tilmæli um at útseta skúlabyrjan í teimum førum, har dagstovnurin ella foreldrini eru heldur stúrin um skúlabyrjanina, og har samband er við Barna- og ungdómsdeildina frammanundan.
Harumframt skal samband vera frammanundan millum Sernám og Barna- og ungdómsdeildina viðvíkjandi barninum.
Sambandið við Barna- og ungdómsdeildina og Sernám skal takast upp umvegis dagstovnin hjá tínum barni.
Eru tit sum foreldur ósamd við metingini hjá dagstovninum, kunnu førleikastovurnar hjá skúlunum gera eina meting um førleikarnar hjá tykkara barni. Hetta kann til dømis vera, um dagstovnurin mælir tykkara barni frá at fara í skúla, meðan tit hinvegin vilja hava barnið í skúla.
Kunngerð um førleikastovur (logir.fo)
Finn dagstovn