Lurta

Skriva inn á Nám X

Tíggjundi árgangur í Tórshavnar kommunu er skipaður í einari eind, sum eitur Nám X, og sum húsast í Eysturskúlanum.

Greiður skilnaður er millum Nám X og restina av skúlanum. Nám X miðar eftir at vera byrjanin til miðnám ella eina verkliga útbúgving, heldur enn at vera endin á fólkaskúlanum.



Tilmeldingarfreist
Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin til Nám X er vanliga í mars mánaða.

Kunna teg nærri um innskrivingina og skriva teg upp umvegis heimasíðuna hjá Eysturskúlanum.

Skriva teg inn á Nám X

Kunning og fundir
Kunning og fundir

Kunningarfundir um Nám X verða í februar í 2024.

Fundirnir eru í skúlunum, sum hava hádeild. Hesir skúlar eru:

  • Skúlin á Argjahamri
  • Skúlin á Fløtum
  • Eysturskúlin
  • Kollafjarðar skúli
  • Skúlin við Løgmannabreyt
  • Hoyvíkar skúli

Kunna teg nærri um fundartíðirnar á heimasíðunum hjá skúlunum, tá vit nærkast februar. Heimasíðurnar hjá skúlunum finnur tú niðanfyri.

Finn skúla

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15