Lurta
Til lesiveik

Ung í arbeiði

Ert tú millum 14 og 16 ár, og hevur tú hug til at gera tínar fyrstu arbeiðsroyndir og finna nýggjar vinir? Ella hevur tú eitt gott hugskot til, hvar ung kunnu arbeiða í summarfrítíðini? So kanst tú skráseta teg til Ung í arbeiði ella senda okkum títt uppskot á hesari síðuni.

Tilmeldingin letur upp í mai 2022.

SKRÁSET TEG TIL UNG Í ARBEIÐI

Send inn arbeiðsuppskot

Ung í arbeiði er eitt átak, har Tórshavnar kommuna bjóðar ungum arbeiði í summarfrítíðini. Tilboðið er fyri ung fólk millum 14 og 16 ár.



Um Ung í arbeiði
Hvør kann skriva seg upp til Ung í arbeiði?

Tilboðið er galdandi fyri ung fólk millum 14 og 16 ár.

Nær gongur arbeiðið fyri seg?

Arbeiðið gongur fyri seg í tveimum tíðarskeiðum. Tá tú skrivar teg upp til Ung í arbeiði, velur tú sjálv, hvat av tíðarskeiðunum tú vilt arbeiða. 

Tíðarskeiðini verða kunngjørd, áðrenn tilmeldingin letur upp í mai 2022.

Tilmelding og umsóknarfreist

Tilmeldingin verður tøk í mai 2022. Freistin at tekna seg til Ung í arbeiði verður somuleiðis kunngjørd, tá umsóknarskeiðið nærkast. 

Nær fái eg at vita, hvar og nær eg skal arbeiða?

Ofta eru fleiri umsóknir enn tøk pláss, og tí nýta vit eina skipan, ið kastar lut ímillum tey, sum hava skrivað seg upp. Skipanin er gjørd soleiðis, at hon millum annað tekur atlit til býtið millum aldursbólkarnar, arbeiðsroyndir og um tú hevur skrivað teg upp til Ung í arbeiði áður og einki fingið.

Skipanin avgreiðir lutakastið stutt aftaná tilmeldingin letur aftur í mai/juni 2022. Tá er greitt, hvør sleppur at arbeiða av teimum, ið hava skrivað seg upp.

Tá tú skrivar teg upp til arbeiði, velur tú sjálv, hvat fyri tíðarskeið tú vilt arbeiða.

Ert tú ein av teimum, sum fær kjansin at arbeiða, so fært nú nærri boð frá samskiparanum um, hvar arbeiðið gongur fyri seg.  

Hvussu sær arbeiðsdagurin út?

Tú sleppur at arbeiða tvær vikur tilsamans.

Arbeiðstíðin er 6 tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Tú møtir klokkan 9 á morgni, og klokkan 15 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur. 

Hvørja løn fái eg?

Vit nýta sáttmálan hjá Havnar Arbeiðarafelag:

  • Lønin hjá teimum 14 ára gomlu er hálv arbeiðsmannaløn, sum er 67,78 kr. um tíman
  • Lønin hjá teimum 15-16 ára gomlu er 3/4 arbeiðsmannaløn, sum er 101,67 kr. um tíman
Bakgrundskunning

Endamálið við Ung í arbeiði

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, tað kann til dømis vera at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað. Ofta verður arbeiðið gjørt eftir ráðum frá borgarum í nærumhvørvinum.

Eitt endamál í sjálvum sær er harumframt at geva ungum fólkum arbeiðsroyndir, geva teimum møguleika fyri at gera mun í nærumhvørvinum og at síggja virðið í arbeiði og samstarvi.

Úrslitið tænir sostatt fleiri endamálum.

Margarinfabrikkin
Margarinfabrikkin

Magnus Heinasonar gøta 12
100 Tórshavn

Tel. 29 21 17

ungiarbeidi@torshavn.fo 

Upplatingartíðir