Byggisamtyktir til hoyringar

Allar broytingar í byggisamtyktum liggja á torshavn.fo alt hoyringstíðarskeiðið. Alt tilfarið sæst eisini í Snarskivuni, í føroyskum miðlum og á Facebook verður kunngjørt hvørja ferð, ein byggisamtykt fer til hoyringar.

Ein meginregla í arbeiðinum við lendisætlanum og býarskipanararbeiði er, at borgarin er væl kunnaður og kann siga sína hugsan um tær ætlanir, sum myndugleikin hevur í kvittanum at fremja í verki borgaranna vegna.
Nýggj serstøk byggisamtykt Yviri við Strond


Tilfarið liggur frammi til hoyringar í Snarskivuni og á torshavn.fo/byggisamtyktir 6. oktober 2020 til 17. november 2020.





Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 79a og 1nh, Hoyvík


Tilfarið liggur frammi til hoyringar í Snarskivuni og á torshavn.fo/byggisamtyktir 6. oktober 2020 til 17. november 2020.





Nýggj serstøk byggisamtykt á Kirkjustræti


Tilfarið liggur frammi til hoyringar í Snarskivuni og á torshavn.fo/byggisamtyktir 6. oktober 2020 til 17. november 2020.





Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Sund


Tilfarið liggur frammi til hoyringar í Snarskivuni og á torshavn.fo/byggisamtyktir 1. oktober 2020 til 12. november 2020.





Skalt tú byggja?
Vert at vita
Bygningskunngerðin
Bygningskunngerðin 2017, eisini nevnd BK17, sæst á lv.fo HER. Kunngerðin bleiv sett í gildi 1. januar 2017.