25. mars 2019
Kunningarfundur um langhylsverkætlanina
Í desember í fjør gjørdi Tórshavnar kommuna avtalu við SNA um projektering av langhyli í Gundadali. Langhylurin skal byggjast vestanfyri verandi svimjihøll og ætlandi skal setast gongd á byggibúning og bygging í seinnu helvt av komandi ári.

Tórshavnar kommuna bjóðar nú íbúgvum í Poul Juelsgøtu og øðrum áhugaðum til kunningarfund, har greitt verður frá ætlaðu verkætlanini, umframt at høvið verður at seta spurningar.

Fundurin verður í kafeini í Svimjihøllini í Gundadali mikudagin 27. mars kl 19, har kommunan bjóðar ein drekkamunn. Fundurin varar ætlandi ein tíma.

Meira kann lesest um verkætlanina HER

Eru spurningar viðvíkjandi tiltakinum ber til at skriva til Sigurð Ó. Vant, mentamálaleiðara, á tpost sigurd@torshavn.fo ella við at ringja á tel 302196.