Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur.
Les meira um reglurnar á síðu okkara um garðar, hegn og gongubreyt:
Kvinnurenning verður leygardagin 21. mai frá kl. 15 til 16.30. Í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í Havn millum kl. 14.30-17.30. Meðan kvinnurenningin fer fram, koyrir leið 2 ikki Yviri við Strond, men eftir Stoffalág og Gripsvegnum oman í Steinatún.
Kunna teg nærri um ferðsluavmarkingarnar á kunningarsíðu okkara, sum tú finnur her:
Ласкаво просимо на фарерські острови та муніципалітету міста Торсхавн!
Ми готові Вам допомогти.
Інформація для громадян України (integration.fo)
інформація про денний догляд на Фарерських островах (youtube.com)
Trý hýruvognsloyvi eru leys at søkja í Tórshavnar kommunu. Loyvini eru knýtt at bilstøðini BIL.
Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. mai 2022.
Tú søkir loyvið á síðu okkara um hýruvognsloyvi, sum tú finnur her:
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli nummar 203c í Kollafirði, umleið 4480 m2, til sølu til bústaðarbygging.
Einstaklingar og feløg kunnu bjóða uppá grundøkið. Freistin at lata skrivlig boð er 1. august 2022 kl. 12.
Les meira á síðu okkara um kommunalar útstykkingar:
Nú kanst tú søkja sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein. Sanglegatið letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla sær at útbúgva seg meira í solosangi.
Freistin at søkja legatið er týsdagin 7. juni 2022.
Les meira á síðu okkara um mentanarstuðul:
Nú kanst tú søkja stuðul úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði.
Endamálið við grunninum er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan umframt at veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.
Umsóknarfreistin er týsdagin 7. juni 2022.
Les meira um stuðulsmøguleikan á síðu okkara um mentanarstuðul.
Hevur tú tørv á dagstovnaplássi í summarfrítíðini, tá dagstovnarnir annars eru stongdir, kanst tú fáa pláss á einum dagstovni, sum er opin í frítíðini.
Tilmeldingin til samanlagda virksemið fyri dagstovnar í summarfrítíðini er nú tøk. Freistin at melda til er 3. juni 2022 klokkan 12.
Les meira og melda til her:
Hevur títt barn tørv á plássi í frítíðarskúla frá 29. juni til 12. juli, tá ið frítíðarskúlarnir annars eru stongdir?
Tilmeldingin til samanlagda virksemið er nú tøk á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar. Freistin at søkja er 3. juni 2022 klokkan 12.
Várvøksturin byrjar nú at síggjast. Vit heita tí á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.
Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur.
- Vit hildu tað vera upp á tíðina, at onkur tók seg saman og gjørdi eitt bryggjarí, sum eisini var barr og matstað í einum. So tað gjørdu vit, siga fyrireikararnir, sum høvdu móttøku í dag.
- Tílíkar handverkaramessur hava sera stóran týdning, serliga hetta, at talan er um eitt fjølbroytt úrval av framsýnarum og eitt samankók av vælútbúnum fakfólki av øllum handa slagi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti stóru handverkaramessuna í hølunum hjá Bygma-Balslev í dag.
Kvinnurenning verður leygardagin 21. mai frá kl. 15 til 16.30. Í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í Havn millum kl. 14.30-17.30.
Tórshavnar kommuna takkar øllum, sum luttóku í ruddingardøgunum í Umhvørvisvikuni og hava sent myndir inn. Øll hava verið sera røsk at rudda, umleið 22 tons av ruski eru skrásett á Brennistøðini hesar dagarnar
30. apríl til 7. mai er umhvørvisvika. Í ár snýr umhvørvisvikan seg um fyribyrging av matoyðsli. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.
Í mai 2022 skipa vit aftur fyri ruddingardøgum í Tórshavnar kommunu. Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er mikudagin 4. mai. Les um ruddingardagarnar og melda til her.
Hóskvøldið 24. februar 2022 samtykti býráðið eina nýggja heildarætlan fyri Eystara Havnaøki. Heildarætlanin er ein yvirskipað og langskygd ætlan fyri, hvussu ymisk menningarátøk stigvíst kunnu setast í verk fyri at nýskipa søguligu Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum.
Uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 135a, 135fe, 1ob og 138a í Hoyvík.
Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 16. juni 2022.