Lurta

Koppseting fyri krím

Koppseting fyri krím er ókeypis, um tú ert í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av krími. Hevur tú góða heilsu og ert væl fyri, og ynskir tú at verða koppsett fyri krím, kanst tú venda tær til egnan lækna og rinda fyri eina koppseting.



Reglur fyri koppseting móti krími
Hvør kann fáa ókeypis koppseting fyri krím?

Tú kanst fáa ókeypis koppseting fyri krími, um tú:

  • ert fylt 67 ár
  • ert fyritíðarpensjonistur
  • hevur varandi lungnasjúku (sambært lækna)
  • hevur hjarta- og æðrasjúku, undantikið hækkað blóðtrýst við ongari sjúku annars (sambært lækna)
  • hevur diabetes 1 ella 2 (sambært lækna)
  • hevur immundefekt, ið antin er viðføtt ella íkomið (sambært lækna)
  • hevur ávirkaðan andadrátt, sum kemst av, at vøddamegin er niðursett (sambært lækna)
  • hevur varandi livrasvigna ella nýrasvigna (sambært lækna)
  • hevur aðra varandi sjúku, har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at krím hevur við sær álvarsligan heilsuvanda
  • hevur ovurfita, vegleiðandi BMI > 40 (sambært lækna)
  • hevur aðra álvarsliga sjúku, har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at krím hevur við sær álvarsligan heilsuvanda
  • ert barnakona frá 13. barnsburðarviku
  • ert húsfólk hjá sjúklingi, sum hevur niðursetta immunverju (sambært lækna)
Nær kann eg verða koppsett ókeypis?

Tilboðið um ókeypis koppseting fyri krím er galdandi í tíðarskeiðnum 1. oktober til og við 31. desember.

Tilboðið til barnakonur um ókeypis koppseting fyri krím er galdandi í tíðarskeiðnum 1. oktober til 1. mars árið eftir.

Hvussu fái eg koppsetingina?

Tú kanst tú bíleggja tíð hjá tínum lækna. Harumframt kanst tú fylgja við í almennu koppsetingartilboðunum, sum miðlarnir stundum kunna um.

Nær er best at verða koppsett?

Koppsetingin fyri krím verjir tey flestu, men ikki øll. Til ber at fáa krím, hóast tú ert koppsett, men sjúkugongdin verður vanliga mildari.

Tú kanst rokna við, at tað kann taka 2-3 vikur, til koppsetingin verjir teg heilt ímóti smittu.

Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Heilsutrygd.

Koppseting fyri vetrarbeinkrím (heilsutrygd.fo)

Ókeypis koppseting verður veitt við heimild í § 5 í “Kunngerðini um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum”. Kunngerðina finnur tú her: Kunngerð um koppseting ímóti ávísum sjúkum (logir.fo)