Lurta
Til lesiveik

Heilsa og sjúka í dagstovninum

Her fært tú nøkur ráð til, hvussu tú skalt bera teg at, um títt barn gerst sjúkt í dagstovninum, og hvussu títt barn sleppur undan smittu. Vit greiða tær eisini frá, hvussu mannagongdirnar og reglurnar eru viðvíkjandi sjúku og heilsu á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu. Ikki minst herdu mannagongdirnar í sambandi við COVID-19 farsóttini.



Um títt barn gerst sjúkt
Um títt barn gerst sjúkt

Títt barn kann ikki koma á stovn, um tað er sjúkt, hevur fepur ella er illa fyri. Barnið skal kunna vera við í vanliga gerandisdegnum á stovuni og í tí dagliga virkseminum, sum fer fram. Samstundis er ynskiligt at verja børnini og námsfrøðingarnar á stovninum móti smittubreiðslu.

Vit ynskja, at tú sum foreldur sigur frá, um barnið ikki kemur á stovn vegna sjúku, og at tú sigur okkum, hvat bagir, so vit hava møguleika fyri at verja hini børnini móti smittu. Stovnar hava bert møguleika fyri at geva heilivág í serligum førum.

Verður títt barn illa fyri, meðan tað er á stovni, geva vit tær boð um at heinta barnið. Barnið hevur best av at vera heima hjá sínum nærmastu, tá tað er illa fyri.

Vaska hendur og minka um smittuvandan
Vaska hendur og minka um smittuvandan

Tað er altíð eitt gott hugskot at tryggja gott handreinføri, tá tú hevur børn á stovni ella arbeiðir á stovni. Ein góð tummilsregla er, at tú skalt vaska hendur, hvørja ferð tú kemur inn ella fert út og áðrenn hvørja máltíð.

Nýggja koronasmittan breiðir seg sum oftast, tá nógv fólk savnast. Sjúkan smittar millum annað við lógvataki og smáum dropum frá hosta og njósi. Ansa eftir tær sjálvum og øðrum við at fylgja ráðunum frá koronutilbúgvingini:

  • hav gott handreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar
  • spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu
  • hosta ella njós í ermuna; ikki í hendurnar
  • avmarka kropsligt samband við onnur; til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss
  • hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis
  • ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast
  • minst til altíð at halda frástøðu. Hetta er millum annað serliga galdandi við vitjanum á ellis- og røktarheimum, sjúkrahúsum ella hjá fólki í vandabólki
  • minst til, at vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava
  • ver varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronuvirus, til dømis hosta og fepur, og ver heima, um tú kennir okkurt á tær
Mannagongdir í sambandi við COVID-19
Mannagongdir í sambandi við COVID-19

Í løtuni er ymiskt, hvussu dagstovnarnir skipa sítt virksemi í sambandi við koronu. Hevur tú spurningar, er tí frægast, at tú setur teg í samband við dagstovnin.

Somuleiðis kanst tú fylgja við heimasíðuni hjá okkum. Eru nýggj tilmæli ella mannagongdir, almannakunngera vit tað á heimasíðuni. Tú kanst eisini lesa um koronu á kunningarsíðu okkara. Vit dagføra kunningarsíðuna so hvørt, sum nýggj tilmæli ella mannagongdir eru.

Korona-kunning

Góð ráð til barnafamiljur
Góð ráð til barnafamiljur

Føroysku myndugleikarnir hava framleitt kunningartilfar í sambandi við COVID-19. Tú finnur tilfarið á heimasíðuni hjá koronutilbúgvingini. Á heimasíðuni finnur tú millum annað kunning til barnafamiljur.

Kunningartilfar frá koronutilbúgvingini (corona.fo)