Øll skúlabørn hitta heilsufrøðingin til persónligar kanningar, samrøður og floksundirvísing á ávísum floksstigum.
Skúlabyrjan
Við skúlabyrjan fáa tit eina innbjóðing til innskúlakanning saman við barninum. Innskúlakanningin fevnir um hesar kanningar:
- kanning av sansamenning og motorikki
- sjónskanning
- kanning av hoyrndini
- kanning av litsansi
- kanning av hædd og vekt
Undir innskúlakanningini tosa vit um heilsuna og trivnaðin hjá barninum áðrenn skúlabyrjan, og um viðurskifti, ið hava týdning fyri heilsuna og trivnaðin hjá barninum.
2. - 8. flokkur
Heilsufrøðingurin miðar eftir, at øll skúlabørnini fáa eina viðtalu um árið. Viðtalan er ein persónlig samrøða við barnið, har heilsufrøðingurin tosar við barnið um, hvussu tað hevur tað, og hvussu tað trívist í skúlanum og heima. Heilsufrøðingurin ger eina eygnakanning og kannar eisini hoyrnd, hædd og vekt eftir tørvi.
Áðrenn viðtaluna fáa tit sum foreldur kunning um, at barnið skal til heilsufrøðing. Heilsufrøðingurin setir seg eisini í samband við tykkum, um tað er eitthvørt við barninum, sum órógvar.
9. flokkur
Í 9. flokki bjóðar heilsufrøðingurin næmingin inn til eina útskúlakanning. Heilsufrøðingurin kannar millum annað:
- sjónina
- litsansin
- hoyrnina
- hædd og vekt
Útskúlakanningin er eisini ein persónlig samrøða við næmingin um lívsstíl, trivnað og likamliga, sálarliga, sosiala og kynsliga heilsu.
Tú kanst kunna teg nærri um viðtalurnar hjá heilsufrøðingunum á heimasíðuni hjá Gigni.
Skúlaheilsufrøðingurin (gigni.fo)
Finn tín heilsufrøðing (gigni.fo)