Lurta
Til lesiveik

Tilboð til komandi foreldur og pinkubørn

Ert tú við barn, ella hevur tú ein nýføðing ella smábarn, hava landið og kommunan ymisk tilboð til tín.

Tú kanst leita tær meira kunning niðanfyri. Tú kanst eisini fylgja slóðunum á heimasíðuni hjá Gigni, ið er stovnurin hjá heilsufrøðingunum. Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at venda tær til tín heilsufrøðing ella Gigni.

Ert tú tilflytari, ella hevur tú átt barn uttanlands, verður barn títt ikki skrásett sjálvvirkandi hjá Gigni, tá tit koma til Føroyar. Tað vil siga, at tú sjálv mást syrgja fyri at ringja til Gigni og gera vart við tykkum. 

Gigni – hentar slóðir (gigni.fo)

Set teg í samband við tín heilsufrøðing (gigni.fo)



Fá vitjan av einum heilsufrøðingi
Soleiðis fært tú samband við heilsufrøðingin

Tykkara heilsufrøðingur setur seg í samband við tykkum so skjótt sum gjørligt, aftaná at tit eru útskrivað av føðideildini, fyri at avtala eina vitjan í seinasta lagið sjey dagar eftir útskrivan.

Hava tit spurningar ella ivamál, noyðast tit tó ikki at bíða eftir, at heilsfrøðingurin setur seg í samband við tykkum. Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við heilsufrøðingarnar.

Vanligt er, at heilsufrøðingurin vitjar tykkum seks ferðir til barnið er umleið 15-18 mánaðar. Hava tit tørv á tí, vitjar heilsufrøðingurin tykkum oftari.

Set teg í samband við tín heilsufrøðing (gigni.fo)

Heimasíðan hjá gigni (gigni.fo) 

Hvat kanst tú tosa við heilsufrøðingin um?

Heilsufrøðingurin kannar barnið og vegleiðir tykkum um menning, stimbran, bróstageving og tørvinum hjá barninum. Her hava tit eisini møguleika fyri at tosa um tykkara foreldraleiklut, um sambandið millum foreldur og barn og um trivnaðin í familjuni.

Upplýsingar um barnið

Heilsufrøðingurin skrivar kanningarúrslit og viðmerkingar í heilsubókina, sum tit fáa, tá heilsufrøðingurin fyrstu ferð kemur heim at vitja tykkum. Heilsufrøðingurin skrivar journal um barnið og onnur viðurskiftir, ið hava týdning fyri heilsuna og menningina hjá barninum.

Set teg í samband við tín heilsufrøðing (gigni.fo)

Mammubólkar
Hvat er ein mammubólkur?

Mammubólkarnir eru smáir bólkar av mammum, sum heilsufrøðingarnir seta saman, og sum geva mammum møguleika fyri at styrkja síni sosialu netverk og høvi til í felag at tosa um viðurskifti viðvíkjandi tí at vera ein familja.

Hvør skipar fyri mammubólkinum?

Heilsufrøðingarnir fyriskipa mammubólkarnar, tá ið børnini eru 1-3 mánaðir gomul. Heilsufrøðingurin er við tær fyrstu ferðirnar og gevur tykkum fakliga ráðgeving og undirvísing um millum annað bróstageving, menning, foreldraleiklut, tilknýti og mat til barnið. Her hevur tú eisini møguleika fyri at fáa barnið kannað.