Lurta
Til lesiveik

Tannrøkt til børn og ung

Á hesi síðuni kanst tú lesa um upplatingartíðir, fyrstu tannlæknavitjanina, um at bíleggja tíð og ymiskt annað.

KORONAKUNNING

Er illgruni um koronu í húskinum, ella hevur tú sjúkueyðkenni, skalt tú ikki møta upp. Sama er galdandi, um onkur í húskinum er í sóttarhaldi. Í staðin skalt tú ringja til okkum fyri at fáa eina nýggja tíð.

Best er at koma einsamøll. Ber tað ikki til, kanst tú koma saman við fylgjara.

Barnatannrøktin bjóðar øllum børnum og ungum í kommununi frá 0 til 17 ár alla neyðuga tannrøkt. Tænastan er ókeypis, og hon fevnir bæði um vanligt eftirlit, viðgerð, tannrætting og skaðar. Tá børnini fylla 18 ár, velja tey sjálvi ein privatan tannlækna.

Miðhæddin í tannlæknastovuni í Tórsgøtu er innrættað til koyristólar.

Er tørvur á bráðfeingishjálp uttan fyri vanliga arbeiðstíð, kanst tú ringja á tel. 30 25 25. Her fært tú nærri boð um, hvat tú kanst gera.

Broytir tú telefonnummar ella teldupost, er tað sera umráðandi, at tú kunnar Barnatannrøktina. Vit nýta teldupost og SMS-boð til at kalla inn til kanningar og til at senda áminningar um avtalur í tannrøktini. Broytir tú telefonnummar ella teldupost, skalt tú tískil kunna okkum um broytingarnar við at senda teldupost til tann@torshavn.fo ella ringja á tel. 30 25 25.



Kommunala barnatannrøktin
Hvussu bíleggi ella broyti eg eina tíð?

Tú kanst bíleggja ella broyta eina tíð hjá barnatannrøktini, tá tú hevur fingið boð frá tannrøktini um at koma til eftirlit.

Barnatannrøktin sendir tær teldupost og SMS-boð, tá títt barn skal til tannlækna. Tú fært boð beinanvegin, tá vit stovna avtaluna og aftur dagin fyri avtaluna.

Tú kanst broyta tína tíð við at svara teldupostinum ella ringja til Barnatannrøktina á tel. 30 25 25.

Set teg í samband við barnatannrøktina

Skalt tú bíleggja tíð, broyta eina tíð, ella hevur tú aðrar spurningar, kanst tú ringja á tel. 30 25 25.

Upplatingartíðir

Niðanfyri finnur tú kunning um upplatingartíðir hjá tannlæknastovunum í Tórshavnar kommunu.

Finn tannrøkt til børn og ung

Tannskaðar millum kl. 8 – 15

Hevur títt barn tørv á bráðfeingis tannlæknaviðgerð, skalt tú ringja til Barnatannrøktina á tel. 30 25 25.

Tannskaðar uttan fyri upplatingartíðir

Hevur títt barn fingið ein álvarsaman tannskaða uttan fyri vanligu upplatingartíðirnar hjá tannrøktini, skalt tú ringja á tel. 30 25 25 og fylgja boðunum.

Týdningarmikil ráð um tannskaða

Tenn, ið eru slignar úr, mugu ikki torna upp. Koyr tí tennirnar í munnin ella í eitt glas av mjólk, inntil tú ert komin fram til tannrøktina. Barnatenn mugu ikki setast upp á pláss aftur, tí tað økir vandan fyri at skaða vaksnamannatenninar.

Barnatannrøktin viðger ókeypis allar tannskaðar, til viðkomandi fyllir 18 ár. Í summum førum er neyðugt at bíða við at endaliga viðgera ein tannskaða til 20 ára aldur ella seinni. Tí er umráðandi, at tú hevur eina trygging, sum fevnir um tannskaða. Skaðin skal fráboðast tryggingini beinanvegin. Tannlæknin hjálpir tær at fylla skjølini út.

Tannrætting

Tannlæknin hjá barninum metir um, hvørji børn skulu til nærri kanning hjá sertannlækna. Í hesum sambandi taka vit ofta stóra røntgenmynd. Myndin vísir, um tenn og andlit búnast á rættan hátt. Sertannlæknin metir um, hvørt tenninar skulu rættast, og nær viðgerðin skal byrja.

Tannrættingin er ókeypis, men hetta er treytað av, at tenninar verða væl røktar. Umleið fjórða hvørt barn hevur tørv á tannrætting.

Smábørn upp til 6 ár
Smábørn upp til 6 ár

Títt barn kemur til fyrstu kanning, tá tað er tvey ár gamalt. Síðani kemur barnið regluliga til kanningar í minsta lagi eina ferð um árið.

Er títt barn eitt hálvt til hálvtannað ára gamalt, kanst tú leita tær ráð um dagligu tannrøktina í faldara okkara um tannrøkt hjá 0-2 ára gomlum børnum niðanfyri.

Góð ráð til foreldur – soleiðis røkir tú tenn hjá 0-2 ára gomlum barni 

Skúlabørn
Skúlabørn

Frá 1. flokki koma næmingarnir til kanningar og møguligar viðgerðir á tannlæknastovuni eftir tørvi, tó í minsta lagi eina ferð um árið. Tannlæknastovan sendir bræv til húskið við boðum um, nær næmingurin skal møta.

Næmingarnir í 1. – 5. flokki fáa skriv heimvið, tá tey hava verið til kanningar. Í skrivinum greiða vit frá, hvussu støðan er.

Vit læra næmingarnar at busta tenn. Tí skulu næmingarnir hava tannbust við, hvørja ferð teir koma til tannlækna. Starvsfólk á tannlæknastovuni koma javnan út á skúlar at geva frálæru í tannrøkt.

Aldursmarkið er 18 ár
Aldursmarkið er 18 ár

Barnatannrøktin bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 – 17 ár í Tórshavnar kommunu alla neyðuga tannrøkt.

Fyri at lætta um skiftið frá kommunalu tannrøktini til privatan tannlækna, geva vit teimum ungu møguleika at velja sær ein tannlækna, tá tey gevast í tannrøktini. Barnatannrøktin gevur tannlæknanum boð. Síðan sendir hann boð til tey ungu um at koma til kanningar.

Góð ráð frá tannlæknanum
Busta tenn tvær ferðir um dagin

Bustar tú tenninar væl tvær ferðir dagliga við fluortannkremi og minnist til tanntráðin, hevur tú góðar tenn alt lívið.

Eini góð ráð: tað styrkir tenninar, um tú ikki skolar tannkremið av tonnunum, tá tú ert liðug vit at busta. Tí reinar tenn brenna ikki.

Tanntráðurin sleppur hagar, tannbustin ikki sleppur

Tannbustin sleppur ikki inn millum tenninar. Tí skalt tú venja teg at brúka tanntráð eina ferð um dagin, alt lívið.

Allar tenn skulu bustast

Fyri at tenninar ikki skulu brenna, skulu allar tenn bustast; eisini fyrsta tonnin.

Hjálp barninum

Børn hava ikki neyðuga handalagið til at busta tenn, fyrr enn tey eru 10-12 ár gomul. Sum foreldur eigur tú tískil at busta tenninnar hjá barninum dagliga.

Tú fært bara ein munn; ansa eftir honum

Góðir matar- og drekkivanar og væl bustaðar tenn tryggja góðar umstøður hjá tonnum og tannkjøti. Far væl við munninum, tí so fer hann væl við tær. Lærir tú børnini at fara væl við tonnunum, gevur tú teimum eina gávu fyri lívið.

Tannlæknin er nokkso fittur

Tað er ein ring uppliving at hava tannapínu fyrstu ferð, tú ert hjá tannlækna. Hjálp barninum at fáa jaligar upplivingar hjá tannlæknanum. Eingi hol er ein góð byrjan.