Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av almennu byggisamtyktini við Villingadalsvegin

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. 1175a frá A1 øki til 4. grundumráði, matr. nr. 1348a og 1350a frá 4. grundumráði til A1 øki og matr. nr. 1351 frá A3 øki og 4. grundumráði til A1 øki.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 1175a, 1348a, 1350a og 1351, Tórshavn, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 30. juni 2021
til 11. august 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. august 2021.

Kunngerð – broyting av alm. byggisamtyktini við Villingadalsvegin

Kort – áðrenn broyting

Kort – eftir broyting