Lurta
Til lesiveik
ALMENN HOYRING

Broyting av byggisamtyktini fyri Nólsoy

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mars 2021 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Nólsoy.

Uppskotið snýr seg um at broyta part av matr. nr. 126a, Nólsoy, frá C-havnaøki til D-øki til almennar stovnar, í sambandi við ætlanir um nýtt kirkjuhús í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta byggisam­tyktina, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 7. apríl 2021 til 19. mai 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 19. mai 2021.