Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 1083a, 1083ae og 1087b

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. 1083a, 1083ae og 1087b, Tórshavn frá 4. Grundumráði, til B3 vinnuøki.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 1083a, 1083ae og 1087b, Tórshavn, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 30. juni 2021 til 11. august 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. august 2021.

Kunngerð – broyting av byggisamtyktini

Kort – áðrenn broyting

Kort – eftir broyting