Lurta
ALMENN HOYRING

Broyting av byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 6a og 51a, Velbastaður

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Kirkjubø / Velbastað.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 6a, Velbastað frá H-frílendi til B-sethúsaøki og part av matr. nr. 51a, Velbastað frá K-landbúnaðarøki til B-sethúsaøki í sambandi við ætlanir um at stykkja út til sethús.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 6a og 51a, Velbastað, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 2. juli 2021 til 13. august 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 13. august 2021.

Kunngerð – broyting av byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 6a og 51a

Kort – áðrenn broyting

Kort – eftir broyting