Lurta
Almenn hoyring

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Dalin Langa og Stórubrekku

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. mars 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 135a, 135fe, 1ob og 138a, Hoyvík.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 135a, 135fe,
1ob og 138a, Hoyvík, frá A3 øki til D1 øki og at broyta part av Stórubrekku matr.
nr. 138a frá A3 øki til D3 øki, ið er ætlað størri almennum stovnum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av
Dalinum Langa og Stórubrekku, Hoyvík, liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 5. mai 2022 til 16. juni 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til Tórshavnar kommunu
torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. juni 2022.

Tú sært kunngerðina og byggisamtyktina áðrenn og aftaná broyting her: