Lurta
Til lesiveik
Almenn hoyring

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913, Tórshavn.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 894a, 894b og 913, Tórshavn frá  D1-frílendi til A1- bústaðarbygging.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913, Tórshavn liggur frammi á torshavn.fo/hoyringar og í Snarskivuni frá 4. november 2020 til 16. desember 2020.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. desember 2020.