Lurta
Til lesiveik
ALMENN HOYRING

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. desember 2020 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, matr. nr. 49, Velbastaður.

Uppskotið snýr seg um at skipa økið við Fossdalsgjógv til matstovuvirksemi, gisting og tílíkt.

Tilfar, sum lýsir uppskotið til nýggja serstaka byggisamtykt, liggur frammi á torshavn.fo/hoyringar og í Snarskivuni frá 20. desember 2020 til 15. februar 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 15. februar 2021.