Lurta
Til lesiveik
ALMENN HOYRING

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri neyst í Kollafirði

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mars 2021 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 208, 211a, 211c og 209b, Kollafjørður í sambandi við ætlanir um at byggja neyst á økinum.

Økið, sum ætlanin er at byggja neyst á, liggur í E øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, sum við serstakari byggisamtykt loyvir neystum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 29. mars 2021 til 10. mai 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 10. mai 2021.