Lurta
Til lesiveik
ALMENN HOYRING

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Lambatrøð á Argjum

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. februar 2021 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri Lambatrøð, matr. nr. 157a, Argir, í sambandi við ætlanir um at byggja íbúðir á økinum.

Økið, sum ætlanin er at byggja íbúðir á, liggur í A1-øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, sum við serstakari byggisamtykt loyvir íbúðum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 1. februar 2021 til 12. apríl 2021.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi 12. apríl 2021.

Kunngerð - nýggj serstøk byggisamtykt fyri Lambatrøð, Argir

Serstaka byggisamtyktin fyri Lambatrøð, Argir