Lurta
Til lesiveik
Almenn hoyring

Nýggj serstøk byggisamtykt Yviri við Strond

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. september 2020 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt Yviri við Strond, matr. nr. 619, 620o, 651g, 651b, 651l, 651k og 651i.

Uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina Yviri við Strond er gjørt sum partur av arbeiðinum at endurskoða almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, og skipar miðstaðarbygging á Kirkjustræti.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á torshavn.fo/hoyringar og í Snarskivuni frá 6. oktober 2020 til 17. november 2020.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 17. november 2020.