Lurta
HOYRING

Uppskot til leiðreglur fyri Tórsbreyt

Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs samtykti á fundi 14. apríl 2021 at senda uppskot til leiðreglur fyri Tórsbreyt til hoyringar hjá viðkomandi ítróttafelagsskapum.

Uppskotið snýr seg um viðurskifti viðvíkjandi venjing, tillutan av tímum, skilhaldi o.a.

Leiðreglurnar hava til endamáls at tryggja, at feløg, borgarar, fyrisiting, stovnar og onnur hava greiðar reglur fyri lán og brúk av Tórsbreyt.

Vinaliga send møguligar viðmerkingar til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja »Hoyring leiðreglur Tórsbreyt« í evnisteigin í teldubrævinum.

Hoyringarfreistin er 12. mai 2021.