Lurta
Til lesiveik

Vilt tú vera sjálvboðin á eldraøkinum?

Hevur tú hug til at gerast vitjanarvinur, ella hevur tú eitt hugskot og ynski um at gera okkurt sjálvboðið á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu, taka vit fegin ímóti tínari hjálp og tínum hugskotum.

Fleiri eldri borgarar eru nógv einsamallir og ynskja sær tí vitjan, onkran at práta við, at sleppa út at spáka ein túr ella eitthvørt annað, sum tey hava hug til. Sum sjálvboðin fært tú møguleika at knýta nýggj sambond, tú lærir nakað nýtt og tú gert nakað gott fyri onnur.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, kanst tú annaðhvørt venda tær til Vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi ella til Heilsuhúsið í Brekkutúni 1 í Hoyvík. Vitja heimasíðuna hjá Reyða Krossi ella ring til Heilsuhúsið á tel. 30 20 00 ella skriva til heilsuhusid@torshavn.fo.

Vitjanartænastan hjá Reyða Krossi (redcross.fo)



Um sjálvboðin í Heilsu- og umsorganartænastuni
Hvat vil tað siga at arbeiða sum sjálvboðin?

At vera sjálvboðin í Heilsu- og umsorganartænastuni kann vera so nógv. Tað er bara hugflogið, sum setur mørkini. Tú kanst til dømis vera vitjanarvinur, gonguvinur, rørsluvinur ella bara vinur.

Heilsu- og umsorganartænastan hevur til dømis eitt tætt samstarv við Vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi. Áleið 30 sjálvbodnir vitjanarvinir frá Reyða Krossi vitja javnan eldri borgarar, sum búgva á eldrabústovnum ella í egnum heimi. Tað vil siga, at tað ber til at vera vitjanarvinur hjá Reyða Krossi og sjálvboðin í Heilsu- og umsorganartænastuni samstundis.

Ynskir tú at gerast vitjanarvinur hjá Reyða Krossi, kanst tú seta teg í samband við Vitjanartænastuna hjá Reyðakrossi. Tú finnur kunning og sambandsupplýsingar á heimasíðuni hjá Reyða Krossi.

Ynskir tú at gerast vitjanarvinur í Heilsu- og umsorganartænastuni, kanst tú seta teg í samband við Heilsuhúsið á tel. 30 20 00 ella skriva til heilsuhusid@torshavn.fo.

Vitjanartænastan hjá Reyða Krossi (redcross.fo)

Hvat vænta tit av mær?

Sum sjálvboðin vænta vit, at tú:

  • vísir virðing, gevur nærleika og tryggleika til tann, sum tú vitjar ella ert saman við
  • virðir sjálvsavgerðarrættin hjá borgaranum, og at tað, sum tit gera saman, tekur støði í ynskjunum hjá borgaranum, sum tú vitjar
  • at tað, tú gert saman við borgaranum, er væl umhugsað, og at tú ikki útsetir borgaran fyri nakað, sum borgarin ikki ynskir ella megnar
  • undirskrivar eitt skjal um tagnarskyldu, og at tú virðir tagnarskylduna og ikki fortelur øðrum, hvønn tú vitjar, hvat tú sært og hvat tú upplivir í sambandi við vitjanina
  • hevur greiðar avtalur við borgaran, sum tú vitjar, og at avtalurnar verða hildnar
  • ikki gert arbeiðið, sum starvsfólk eru sett at gera
  • virðir politisku og átrúnaðarligu hugsjónina hjá borgaranum
  • ikki tekur ímóti gávum ella pengum frá borgaranum, sum tú vitjar
  • ikki er ávirkað av rúsdrekka ella rúsevni, tá tú arbeiðir sum sjálvboðin
  • setir teg í samband við kontaktpersónin, um tú hevur ivamál, ella um eitthvørt er, sum tú ynskir at tosa um
Hvat kanst tú vænta tær at fáa burturúr?

Sum sjálvboðin kanst tú vænta tær:

  • góða innleiðslu
  • ein kontaktpersón
  • møguleika at vera saman við øðrum sjálvbodnum
  • møguleika at luttaka í undirvísing tvær ferðir um árið, um tú hevur hug til tað

Harafturat vísa kanningar, at tey, sum eru hugbundin í sjálvbodnum arbeiði, hava tvífaldan møguleika fyri góðari sálarligari heilsu. Sjálvboðin eru meira nøgd við lívið samanborin við tey, sum ikki gera sjálvboðið arbeiði. Tíðin og orkan, tú leggur í sjálvboðið arbeiði, kemur tí bæði tær sjálvum og øðrum til góðar.

Sum sjálvboðin fært tú møguleika at knýta nýggj sambond, tú lærir nakað nýtt og tú gert nakað gott fyri onnur. Hetta er alt nakað, sum hevur góða ávirkan á sálarligu heilsuna.

Onnur kunning

Tú kanst lesa meira um at gerast sjálvboðin í faldara okkara, sum tú finnur her: 

Vilt tú vera sjálvboðin - faldari