Lurta

Westward Ho og Sluppvinir

Á hesari síðuni kanst tú lesa um ætlaða virksemið hjá Westward Ho í 2022, og um, hvussu tú kanst gerast partur av virkna felagsskapinum Sluppvinir, sum rekur og heldur sluppina víð líka. Tú kanst eisini lesa eitt sindur um søguna hjá sluppini.

Bara tvinnar sluppir eru eftir av teimum meira enn 100 sluppunum, føroyingar keyptu úr Stóra Bretlandi frá 1870–unum og fram. Onnur er Johanna í Vági, við havnakenningartekni TG 326, og hin er Westward Ho í Tórshavn við havnakenningartekni TN 54.

Tórshavnar kommuna hevur átt sluppina Westward Ho síðan 2005.



Sluppvinir

Tað er áhugafelagsskapurin Sluppvinir, sum rekur og heldur sluppina viðlíka. Áhugafelagsskapurin Sluppvinir hevur til endamáls at stuðla rakstrinum og varðveitingini av Westward Ho.

Virknir sluppvinir hava ein serstakan felagsskap. Limirnir hittast javnan vetrarhálvuna til ymiskar viðlíkahaldsuppgávur og hugna. Og summarhálvuna skipa teir fyri teimum ymisku tiltøkunum umborð og fyri slupptúrunum kring oyggjarnar og til grannalond.

Felagsskapurin ynskir at leggja virknar limir afturat vinarhópinum og leggur tískil dent á, at øll kenna seg væl umborð, at royndir limir alla tíðina læra nýggjar limir at seta segl og fremja góðan sjómansskap. Sluppvinir leggja áherðslu á trivnað umborð og trygd á sjónum.

Gerst sluppvinur
Hvør kann tekna seg sum lim?

Bæði einstaklingar, feløg og felagsskapir kunnu gerast limir í áhugabólkinum.

Soleiðis teknar tú teg sum sluppvin

Tú teknar teg sum sluppvin við at trýsta á knøttin niðanfyri og fylla teigarnar út. Tú kanst annaðhvørt velja at gerast virkin ella óvirkin sluppvinur. Virknir limir rinda 200 krónur árliga, meðan óvirknir limir rinda 400 krónur. Feløg rinda tó kr. 1000.

Tekna teg sum sluppvin

Tín limaskapur hevur virknað frá tí degi, tú flytir limagjaldið og stovnar fasta árliga flyting.

Skal eg velja at vera virkin ella óvirkin limur?

Áhugafelagsskapurin bjóðar tvey sløg av limaskapi:

  • virkin limur, sum er við í dagliga rakstrinum av sluppini
  • óvirkin limur, sum bara ynskir at stuðla við einum árligum limagjaldi

Virknir sluppvinir hava ymiskar fyrimunir. Sambært viðtøkunum kunnu teir fara túrar við sluppini og eru við til ymisku tiltøkini, sum Westward Ho er partur av. Vanligt er eisini, at virknu limirnir skipa fyri einum felagstúri til okkurt grannaland á hvørjum ári. Til dømis til Íslands ella Hetlands. Eisini kunnu virknir sluppvinir leiga sluppina til tiltøk umborð, eitt nú ein føðingardag ella eina familjuútferð.

Árliga limagjaldið

Árliga limagjaldið er kr. 200 fyri virknar limir og kr. 400 fyri óvirknar limir. Feløg rinda tó kr. 1000. Limagjaldið verður goldið sum føst flyting 1. januar í hvørjum ári.

Tú teknar teg sum sluppvin við at melda til omanfyri, rinda fyrsta limagjaldið og samstundis stovna fasta flyting til kontoina hjá Sluppvinum í BankNordik. Kontonummarið er 6460 1721366.

Viðtøkur fyri áhugafelagsskapin Sluppvinir

Tú finnur viðtøkurnar hjá felagsskapinum her:

Viðtøkur fyri áhugafelagsskapin Sluppvinir

Sluppin í nýtslu

Um veturin liggur Westward Ho vanliga fyri teym og undir dúki ella á beding, meðan sluppvinir og handverkarar gera ymiskt viðlíkahald. Samstundis verða ætlanirnar lagdar fyri virksemið komandi summarhálvuna.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi. Tað er til dømis fastur táttur at skipa fyri fiskikapping millum allar 6. flokkar í Tórshavnar kommunu. Nýligani er eisini eitt samstarv við Vinnuháskúlan og Glasir komið í lag um sigling við skúlaflokkum. Vit samstarva eisini við barnagarðar um vitjan umborð, meðan sluppin liggur við bryggju. Á henda hátt fáa børn og ung innlit í lívið umborð og í eitt týdningarmikið tíðarskeið í føroyskari søgu.

Á hvørjum ári luttekur Westward Ho í mentanarligum tiltøkum, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri ella er partur av, til dømis á ólavsøku, Mentanarnáttini og á Oyggjadøgum. Tað kemur eisini fyri, at kommunan brúkar sluppina til móttøkur í sambandi við vitjanir, ella tá kommunan luttekur á t.d. oljuráðstevnu í Stavanger ella á mentanarnáttini í Reykjavík. Saman við øðrum træskipum og træbátum er sluppin fastur fúsur á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Í øllum slíkum førum er sluppin opin fyri almenninginum, soleiðis at tað ber til hjá fólki at koma umborð og undir dekk at síggja umstøðurnar.

Vilt tú leiga sluppina?

Av tí, at Westward Ho er ogn hjá Tórshavnar kommunu, kann sluppin ikki rekast vinnuliga. Tað merkir tó ikki, at sluppin ikki kann hava vinnuliga inntøku, til dømis av leigutúrum. Hetta virksemi má tó ikki vera kappingaravlagandi. Stovnar og fyritøkur kunnu leiga sluppina til útferðir og líknandi fyri eitt fast leigugjald.

Gjaldið verður ásett av Nevndini fyri Westward Ho.

Ynskir tú at leiga sluppina, kanst tú senda nevndini ein fyrispurning við at skriva til Janus Isfeldt á jai@glasir.fo og til Jens Marius Poulsen á jens@torshavn.fo.

Søgan hjá Westward Ho
1884 - 1963

Westward Ho var smíðað í 1884 á skipasmiðjuni hjá Leaver & Co. í Grimsby. Í 1895, tá sluppfiskiskapurin rættiliga hevði tikið dik á seg í Føroyum, og bretar løgdum um til kolfýrdar trolarar, var hon keypt av T.F. Thomsen á Tvøroyri fyri 385 pund.

Tey næstu mongu árini royndi Westward Ho sum aðrar føroyskar sluppir undir Føroyum, Íslandi og seinni eisini við Grønland. Somuleiðis gjørdi hon túrar við Rockall og Bjarnoynna, og móti endanum var Westward Ho eisini á sildaveiði um heystarnar.

Hon mundi gingið burtur í tiltikna ódnarveðrinum hin 20. septembur 1900, tá hon var stødd norðanfyri Langanes á Eysturlandinum.  Ein sjógvur legði sluppina skerflata, so at salt, fiskur og barlastgrót varð kastað í annað borðið, og alt uttan fiskakassin bleiv sópaður oman av dekkinum. Til alla lukku skrædnaði stórseglið, so at sjógvurin rann úr og Westward Ho reistist aftur.

Í 1921 var Westward Ho besta føroyska skip at fiska, tá teir fingu 1035 skippund. Skiparin hetta árið var Tummas Joensen úr Hanusarstovu í Skálavík, sum hevði tikið skiparaprógv árið fyri. Tummas  var fiskiklógv og førdi Westward Ho árini 1921, 1922 og 1923.

Øll stríðsárini sigldi Westward Ho til Bretlands við ísfiski. Vinningurin var stórur fyri bæði manning og felag, tó at virðið á pengunum fall skjótt eftir kríggið.

Eftir kríggið fór Westward Ho aftur til fiskiskap. Sjálvt um tíðin av álvara var um at fara frá gomlu sluppunum, var hon í vinnu heilt til 1963. Tá var hon endaliga løgd eftir at hava tænt T.F.Thomsen í samfull 69 ár.

1963 - 2021

Nú tóku menn norðanfjørðs seg saman í felagsskap og keyptu Westward Ho, tí ynski var at varðveita eina av gomlu sluppunum til eftirtíðina. Hesin felagsskapur savnaði pening og skipaði fyri, at sluppin kom á beding í Trongisvági og varð umvæld frá grundini.

Sluppin fekk nú nýggjan heimstað í Tórshavn og havnakenningarnummarið TN 54.

Teir, ið skipaðu fyri at keypa og bjarga Westward Ho vóru:

  • Niels Nielsen, seglmakari
  • Páll J. Nolsøe, landsskjalavørður
  • Leivur Lützen, landsrættarsakførari
  • Jógvan á Dul, stjóri
  • Samuel H. D. Christiansen, reiðari
  • Fredrik Hansen, løgtingsmaður

Frá 2002 til 2005 var Westward Ho aftur høvuðsumvæld í Skotlandi, og síðan tá hevur Tórshavnar kommuna átt sluppina, sum enn siglir millum oyggjar og lond og minnir okkum á eina serstaka tíð í føroyskari søgu.

Bakgrundskunning

Viðtøkur fyri áhugafelagsskapin Sluppvinir

Viðtøkurnar fyri áhugafelagsskapin Sluppvinir varð samtykt av Nevndini fyri Westward Ho 22. juni 2005. Tú finnur reglugerðina her: 

Viðtøkur fyri áhugafelagsskapin Sluppvinir

Nevndin fyri Westward Ho

Í nevndini fyri Westward Ho sita Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, og Hanus Mikkelsen, havnarmeistari.

Tórshavnar Havn
Tórshavnar Havn

Eystara bryggja
100 Tórshavn

Tel. 31 90 59
port@torshavn.fo

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15