Lurta

Finn ítriv og mentanartilboð


Finn tiltakið á timin.fo

Vilt tú síggja, hvat tú og familjan kunnu fara til í Tórshavnar kommunu um dagarnar? So fylg við á timin.fo, ið er kalendarin við øllum tí stuttliga og spennandi, sum gongur fyri seg í kommununi.

Timin.fo

Skipar tú fyri tiltaki?

Skipar tú fyri tiltaki í Tórshavnar kommunu, so minst til at leggja tiltakið út á nýggja tiltakskalendaran timin.fo. Tað er bæði ómakaleyst og ókeypis at leggja tiltøk út. Kalendaran finnur tú her:

Timin.fo

Dámar tær at skeyta?

Dámar tær væl at skeyta, súkkla á bmx ella gera triks á rennihjóli, so er Bakkalao Skatepark staðið til tín. Her finnur tú onnur, sum eisini dáma at skeyta, og her eru hentleikar og rampur, sum eru bygd av serkønum, og sum lúka altjóða standardar.

Les meira um Bakkalao Skatepark á síðu okkara um ítriv fyri børn og ung.

Ítriv fyri børn og ung

Bílegg grannalagnum jólatræ
Mentan og frítíð
Bílegg grannalagnum jólatræ

Aftur í ár kunnu eigarafeløg og grannaløg søkja kommununa um jólatræ at seta upp til jóla. Umsóknin um at fáa jólatræ skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 19. november 2023. Les her, hvussu tú søkir.

Eldradagurin 2023
Mentan og frítíð
Eldradagurin 2023

Eldraráðið bjóðar til árliga eldradagin fríggjadagin 20. oktober 2023. Lagt er upp til ein spennandi og hugnaligan dag við viðkomandi evnum, sum eru uppi í tíðini, og møguleika fyri at samskifta og hugna sær saman. Les um dagin og melda til her.

Fjølmentanarvikan 2023
Mentan og frítíð
Fjølmentanarvikan 2023

Í døgunum 20.-27. oktober 2023 skipar Tórshavnar kommuna fyri Fjølmentanarviku í samstarvi við aðrar kommunur, stovnar og fyritøkur í landinum. Fjølmentanarvikan er eitt landsfevnandi átak, ið hevur til endamáls at fagna fjølmentan í Føroyum. Les alt um Fjølmentanarvikuna her.

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo
Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15