Elskar tú at gera kynstur á súkklu, rulluskoytum, rennihjóli ella rennifjøl, kanst tú vitja Bakkalao Skatepark ella Tórshavn Skatepark á Frælsinum. Her kanst tú hoppa ella snurra saman við øðrum ungum á rampum og upp um bungurnar.
Bakkalao Skatehøllin
Skatehøllin í Bacalao er ein innandura akbreyt serliga gjørd til skateboarding, rulliskoyting, bmx-súkkling og rennihjól. Skatehøllin verður rikin av sjálvbodnum og er opin næstan hvønn dag í vikuni, tá tað liggur fyri hjá ábyrgdarfólkunum.
Útgerð og hentleikar
Allar rampur og útgerðin í høllini er bygt av serkønum innan skate-økið, og tað vil siga, at skatehøllin livir upp til altjóða standardar fyri skatehøllir. Øll elementir og allar rampur eru bygd saman við trægólvið líkasum ein skatebowl.
Av rampum og øðrum hentleikum í høllini er:
- Quarterpipes (hálvrampur) á 80 cm, 100 cm, 135 cm og 160 cm
- Funbox við tveimum rails (handlistum), ið kunnu stillast í hæddini og takast heilt burtur, og einari legde (breiður handlisti) við kantum
- Roll-in-bank (fløt rampa) á 150 cm
- Allar rampur hava grind-coping (stálrør) omaná
Av leysum elementum, sum kunnu flytast, eru hesi:
- Grindbox (glíðiboks), sum er 40 cm høg og 5 metrar long
- Grindbox, sum er 25 cm høg og 1,5 metrar long
- Kicker (útlops-rampa), sum er 80 cm høg
- Kicker, sum er 40 cm høg
Treytir fyri nýtslu og atgongd
Fyri at skeyta í Bakkalao Skatepark, skalt tú tekna teg sum lim í Skatefelagnum. Tó eru serstakir dagar, har børn við foreldrum hava fría atgongd. Fylg við á Facebooksíðuni hjá Skatefelagnum, har serstøku dagarnir verða kunngjørdir.
Gev gætur, at alt uppihald og íðkan í skatehøllini gongur fyri seg undir egnari ábyrgd.
Øll, sum brúka skatehøllina, verða harafturat eggjað til at vera fevnandi, umhugsin, ansa eftir hvørjum øðrum og at hjálpa teimum, sum eru nýggj.
Leibeiningar um atburð og reglur fyri nýtslu eru at finna í høllini. Til dømis skulu øll, ið eru undir 16 ár, brúka hjálm.
Bakkalao Skatepark á Facebook
Skatefelagið á Facebook