Tilhaldið í Tórsgøtu

Tórsgøta 21
100 Tórshavn
Tel. 21 66 29

Lurta
Til lesiveik

Tilhaldið í Tórsgøtu

Ert tú pensjonistur, og hevur tú hug til at møtast við øðrum pensjónistum til alskyns virksemi og tiltøk, so er Tilhaldið í Tórsgøtu kanska júst nakað fyri teg.

Tilhaldið í Tórsgøtu er størsta tilhaldið í Tórshavnar kommunu. Tilhaldið læt upp 12. mars 1998 og húsast í Tórsgøtu 21 við virksemi á øllum fýra hæddum.

Endamálið hjá Tilhaldinum er at geva pensjonistum í kommununi møguleika at møtast til fjøltáttað virksemi fyri bæði likam og sál, at økja um lívsgóðskuna við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum og at skipa fyri trivnaðarligum tiltøkum í hugnaligum umhvørvi.

Í Tilhaldinum ber til at hittast til eitt nú felagssang, kortspøl, hugnaløtur, felags gongutúrar, bindiklubba, lesibólkar, fyrilestrar og til hugna og prát annars. Gjøgnum árið skipa vit fyri ymiskari undirvísing og skipa eisini fyri fimleiki fleiri ferðir um vikuna.

Í Tilhaldinum er einki krav um limaskap. Vit ynskja, at øll skulu kenna seg hjartaliga vælkomin.

Atgongumerkjasølan til jólaborðhaldið er byrjað

Nú kanst tú tekna teg til jólaborðhaldið hjá Tilhaldinum, sum verður hildin í Dansifrøi hósdagin 9. desember kl. 18. 

Freistin at tekna seg er fríggjadagin 3. desember 2021. Kostnaðurin er 450 krónur, sum tú rindar kontant í Tilhaldinum. Sølan fer fram í Tilhaldinum allar gerandisdagar til tann 3. desember. Tó er avmarkað, hvussu nógv sleppa inn til veitsluna, so tað er møguligt, at vit lata søluna aftur áðrenn. 

Tú kanst lesa skránna her: 

Innbjóðing til jólaborðhald í Tilhaldinum 9. desember 2021


Samband og upplatingartíðir
Hvussu fái eg samband við tilhaldið í Tórsgøtu?

Tilhaldið í Tórsgøtu

Tórsgøta 21
100 Tórshavn
Tel. 21 66 29 (Mánadag til hósdag kl. 9 - 16 og fríggjadag kl. 9 - 15)

Starvsfólk
Annelin Davidsen
Tel. 21 66 29
annand@torshavn.fo

Upplatingartíðir

Mánadag til hósdag kl. 9 – 16

Fríggjadag kl. 9 – 15

Tilboð í Tilhaldinum
Ítriv, tiltøk og túrar

Í tilhaldinum í Tórsgøtu hava vit eitt sera fjøltáttað virksemi.

Tilboðini eru mong:

  • motiónsrúm, ið er opið allar gerandisdagar
  • fimleikur fyri menn tvær ferðir um vikuna
  • fimleikur fyri kvinnur tvær ferðir um vikuna
  • stólafimleikur fyri blandað lið fýra ferðir um vikuna
  • línudansur eina ferð um vikuna (vetrarskrá)
  • gongutúr eina ferð um vikuna (summarskrá)
  • lesibólkur eina ferð um mánaðin
  • bindiklubbur eina ferð um vikuna
  • vit spæla kort eina ferð um vikuna
  • felagssangur og hugnaløta eina ferð um vikuna
  • vit vitja Boðanesheimið og Lágargarð og hava felagssang umleið tvær ferðir um árið
  • valfundur fyri val
  • undirvísing í horn- og beinarbeiði (vetrarskrá)
  • undirvísing í maskinbinding (vetrarskrá)
  • undirvísing í veving (vetrarskrá)
  • undirvísing í teldu (vetrarskrá)
  • útferð 1-2 ferðir um summarið
  • veitsla fyri jól
  • kirkjugongd fyri jól og páskir

Leiðarin í Tilhaldinum skipar tiltøkini saman við nevndini í Tilhaldinum. Skráin er fastløgd eftir teimum ynskjum, ið hava verið frammi gjøgnum árini.

Vit royna javnan nýggj tiltøk og ítriv, og um undirtøka er, halda vit fram við tiltakinum.

Øll, ið hava sína dagligu gongd í Tilhaldinum, kunnu leggja uppskot og ynski fyri nevndina, leiðaran ella skriva ein seðil og leggja hann í postkassan í gongini.

Hvønn mánaða leggja vit eina mánaðarskrá út á hesa síðuna og á okkara Facebookvanga, so tú sært, hvat fyri virksemi er í løtuni, nær virksemið er og hvør stendur fyri ymisku tiltøkunum.

Skráin hongur eisini við inngongdina og liggur prentað í Tilhaldinum, so tú kanst taka eitt eintak heim við.

Tilmelding til ítriv

Undir vanligum umstøðum er ikki neyðugt, at tú meldar teg til virksemi í Tilhaldinum, og tú kanst koma og fara sum tær lystir. Vegna koronu er tilmelding tó neyðug fyribils.

Tað er altíð neyðugt at tekna seg til undirvísing, millum annað horn- og beinarbeiði, maskinbinding, veving og teldufrálæru. Vit kunngera, nær skeiðini byrja á okkara Facebookvanga og her á síðuni.

Fyri at melda teg til virksemi í Tilhaldinum, skalt tú ringja ella senda eini SMS-boð við tínum navni og telefonnummari til tel. 21 66 29. 

Eisini er neyðugt at tekna seg til serlig tiltøk, so sum útferðir og veitslur. Vegna koronu hava vit tó ongi tiltøk av hesum slag í løtuni.

Jólaborðhaldið 2021

Nú kanst tú tekna teg til jólaborðhaldið hjá Tilhaldinum, sum verður í Dansifrøi hósdagin 9. desember kl. 18.

Freistin at tekna seg er fríggjadagin 3. desember 2021. Kostnaðurin er 450 krónur, sum tú rindar kontant í Tilhaldinum.

Tú kanst lesa skránna her:

Innbjóðing til jólaborðhald í Tilhaldinum 9. desember 2021

Vikuskrá

Hvørja viku leggja vit eina skrá út her og á okkara Facebookvanga, sum vísir, hvat fyri virksemi er í løtuni, hvat klokkan virksemið er og hvør stendur fyri ymisku tiltøkunum.

Skráin hongur eisini við inngongdina og liggur prentað í Tilhaldinum, so tú kanst taka hana heim við.


Skrá november 2021
 

Skrá fyri Tilhaldið í Tórsgøtu viku 48

Hvat er kostnaðurin fyri ítriv og tiltøk?

Undirvísing í millum annað horn- og beinarbeiði, maskinbinding, veving og teldufrálæru kostar 1000 kr. fyri veturin. Styttri skeið í til dømis teldufrálæru kosta 500 kr. skeiðið.

Vit upplýsa kostnað fyri útferðir og veitslur, tá vit lýsa fyri tiltøkunum. Fimleikur kostar 20 kr. og stólafimleikur kostar 30 kr. fyri hvørja venjing. Tú kanst gjalda, tá tú møtir upp til fimleikin.

Rundvísing á Tilhaldinum

Tilhaldið hevur ikki skipaða rundvísing, men øll, sum hava hug at síggja húsini og kunna seg um okkara virksemi, kunnu ringja til Tilhaldið á tel. 21 66 29 

Vit svara fegin tínum spurningum og vísa tær runt á Tilhaldinum.

Drekka
Hvat bjóða vit?

Í Tilhaldinum kanst tú altíð keypa tær kaffi, te og okkurt afturvið.

Gerandisdagar kl. 13 – 16 er Kaffistovan fyri pensjonistar opin. Tá hevur tú møguleika at seta teg og fáa eitt gott prát aftur við einum kaffimunni og onkrum heimabakstri.

Finn veg
Finn Tilhaldið í Tórsgøtu á korti

Parkering

Nærmastu parkeringsbásarnir eru í Liðagøtu, Kongagøtu og Tórsgøtu.

Tú sært yvirlit yvir øll parkeringsøkini her: 


Kort í fullari stødd

Parkeringspláss og atkoma fyri rørslutarnað

Beint við inngongdina í Tórsgøtu er ein parkeringsbásur til rørslutarnað. Parkeringspláss til rørslutarnað eru eisini við AUTO í Niels Finsens gøtu og framman og aftanfyri Sjónleikarhúsið (ein básur hvørju megin).

Tú sært yvirlit yvir parkeringsøkini her: 


Kort í fullari stødd

Við bussi

Leið 4 steðgar í Tróndargøtu. Allar hinar bussleiðirnar steðga nærindis í Steinatuni. 

Tú kanst gera tær eina ferðaætlan her: 

Leiðfinnarin hjá Google Maps

Um Tilhaldið í Tórsgøtu
Politikkur á økinum

Endamálið við Tilhaldinum er at varðveita og menna heilsuna hjá pensjonistum í Tórshavnar kommunu.

Vit vilja bjóða pensjonistum fjølbroyttar virkismøguleikar, bæði fyri likam og sál, og við okkara virksemi miða vit eftir at fevna um so nógv áhugamál sum gjørligt.

 

Hugsjónin hjá tilhaldinum

Okkara hugsjón er, at:

  • Tilhaldið er ein stovnur við hugna, trivnað, menning og har virðingin fyri tí einstaka er í hásæti
  • Øll skulu kenna seg væl, kunnu brúka síni evni og førleikar, kunnu læra og hava tað stuttligt
  • Tilhaldið skal hava positiva ávirkan á lív og heilsu

Arbeiðið í Tilhaldinum er grundað á meginreglurnar hjá ST viðvíkjandi eldri.

Galdandi reglugerðin fyri Tilhaldið í Tórsgøtu varð samtykt á Býráðsfundi 19. mai 2016. Tú kanst lesa reglugerðina her:

Reglugerð fyri tilhaldið í Tórsgøtu

Nevndin

Nevndin í Tilhaldinum hevur sum endamál at røkja áhugamálini hjá pensjónistunum í Tilhaldinum.

Sambært grein 6 í reglugerðini fyri Tilhaldið skal ein nevnd veljast við fimm umboðum og tveimum varaumboðum. Nevndarumboðini verða vald fyri tvey ár í senn.

Val til nevndina er 12. mars, sum er føðingardagurin hjá Tilhaldinum í Tórsgøtu. Allir brúkarar í Tilhaldinum hava valrætt.

Nevndin hevur fastan fund fyrsta týsdag í hvørjum mánað.

 

Nevndarlimir

Jutta Midjord
Nevndarforkvinna

Jensa Heinesen
Skrivari

Kári Láadal
Nevndarlimur

Henni Ellefsen
Nevndarlimur

Joen Magnus Lamhauge
Nevndarlimur

Nella Knudsen
Varanevndarlimur

Henry Fjallstein                      
Varanevndarlimur  

Hvørji eru vit?
Starvsfólkini í Tilhaldinum

Leiðari í Tilhaldinum

Augusta Mikkelsen
Tel. 21 67 95
augustam@torshavn.fo

 

Starvsfólk

Annelin Davidsen
Tel. 21 66 29
annand@torshavn.fo

 

Undirvísarar

  • Fimleikur menn | Dánjal Húsgarð
  • Fimleikur kvinnur | Sólrun Patursson
  • Stólafimleikur | Erling Pætur á Argjagarði
  • Stólafimleikur | Linda Klementsen
  • Stólafimleikur | Durita Reinert
  • Línudansur | Hervør og Birgir Samuelsen
  • Lesibólkur | Randi S. Vang
  • Horn- og beinarbeiði | Rasmus Nygaard
  • Maskinbinding | Marita Guttesen
  • Veving | Joana Bjarnastein
  • Teldufrálæra | Andras Samuelsen

 

Øll tilhaldini í Tórshavnar kommunu hoyra undir Eind 3 hjá Heilsuhúsinum í Heilsu- og umsorganartænastuni.


Eindarleiðari

Naina Týgvustein
Tel. 51 91 12
nainat@torshavn.fo