Lurta
Til lesiveik

Lestrarhøli á Býarbókasavninum

Ert tú lesandi, og hevur tú tørv á at lesa og skriva í friði og náðum á jólum ella í summarfrítíðini, bjóðar Býarbókasavnið lestrarhøli fram hesi tíðarskeið. Í summarfrítíðini og um jóltíðir er ein partur av ovastu hædd á Býarbókasavninum ætlað lesandi.

Hølini liggja væl fyri við gongugøtuna. Her kanst tú sum lesandi sita í friðarligum umhvørvi og arbeiða við uppgávum og lestri. Øll, sum eru undir hægri lesnaði, bæði útisetar og lesandi í Føroyum, eru vælkomin at nýta hølini.



Upplatingartíðir

Lestrarhølini eru opin hesar tíðir:

Mánadag til hósdag kl. 9 – 20
Fríggjadag kl. 9 – 18
Leygardag kl. 10 – 17
Sunnudag kl. 14 – 17

Hentleikar

Í hølunum er pláss fyri fýra lesandi í senn. Hølini hava arbeiðsborð, tráðleyst internet, køliskáp og kaffikøk. Á aðru hædd hevur tú góðar møguleikar fyri at prenta og binda uppgávur inn.