Lurta
Til lesiveik
Ungdómshús
Øll ung í Føroyum kunnu brúka ungdómshúsini í Tórshavnar kommunu. Ungdómshúsini eru frítíðarstøð hjá teimum ungu. Her kanst tú hanga út við vinum, spæla spøl, e-ítrótt, luttaka í útferðum og tiltøkum og mangt annað. Tórshavnar kommuna hevur ungdómshús í miðbýnum í Havn, á Argjum, Norðasta Horni, í Nólsoy, Hoyvík, Kollafirði og Kaldbak.
Eitt av høvuðsendamálunum hjá ungdómshúsunum er, at ung skulu kenna teg trygg, hoyrd, sædd og vird. Vitjar tú ungdómshúsini, skalt tú vita, at húsið er til tín, og at tú hevur rætt til at siga frá møguligum ynskjum um til dømis broytingar. Ungdómshúsini skulu rúma ymiskleika og fremja tolsemi, sum er eitt høvuðsvirði hjá ungdómshúsunum.
Noyðist eg at vera limur?
Nei, tað er ikki neyðugt. Ert tú millum 13 og 18 ár, er frítt hjá tær at koma í ungdómshúsini. Tú noyðist heldur ikki at búgva í Tórshavnar kommunu. Vitjandi úr øðrum kommunum eru eisini vælkomin. Hevur tú hug at hitta onnur ung og brúka hentleikarnar í ungdómshúsunum, skalt tú bara møta upp. Tú finnur bústaðirnar og upplatingartíðirnar niðanfyri.
Hvør starvast í ungdómshúsunum?
Ungdómshúsini leggja øll dent á mentan. Tí eru starvsfólkini í ungdómshúsunum oftast ein blandingur av námsfrøðingum, tónleikarum, sjónleikarum, listafólki, ítróttarvenjarum og hjálparfólkum. Í ungdómshúsunum er altíð eitt námsfrøðiligt starvsfólk til staðar, sum kann hjálpa tær við tínum ítrivi ella práta við teg.
Ítriv og virksemi
Ungdómshúsini hava nógv ymisk tiltøk og ítriv, sum tú kanst taka lut í uttan at melda teg til. Summar stórar útferðir og tiltøk noyðist tú kortini at melda teg til frammanundan. Til dømis tey tiltøkini, sum ungdómshúsini samskipa. Hesi kunnu til dømis vera:
- Útferðir
- E-ítróttakappingar
- Felags nátturði
- Filmskvøld
- Samrøðubólkar
- Bovling
- Grilltiltøk
Soleiðis fært tú samband við ungdómshúsini
Barna- og ungdómshúsið Látrið
Barna- og ungdómshúsið Látrið
Válagøta 7
270 Nólsoy
Tel. 30 24 62 ella 21 00 76
gudrunh@torshavn.fo
Ungdómshúsið Látrið á Facebook
Upplatingartíðir:
4. – 7. flokkur
Mánadag til fríggjadag kl. 12.30 – 17
5. – 6. flokkur
Týsdag til fríggjadag kl. 19 – 20.30
7. flokkur til og við 18 ár
Týsdag til fríggjadag kl. 19 – 22
Leiðari Guðrun Sundar Hansen
Tel. 52 70 02
gudrunh@torshavn.fo
Margarinfabrikkin – Virkishúsið fyri børn og ung
MARGARINFABRIKKIN
Magnus Heinasonar gøta 12
100 Tórshavn
Tel. 29 21 17
Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini (fabrikkin.fo)
Upplatingartíðir:
3. - 7. flokkur
Mánadag til hósdag kl. 12 – 17
Fríggjadag kl. 11.30 – 17
7. flokkur til og við 18 ár
Mánakvøld til hóskvøld kl. 18 – 02
Fríggjakvøld kl. 19 – 01
Leygarkvøld kl. 20 – 02
Leiðari Salua Manai
Tel. 28 21 19
salua@torshavn.fo
Ungdómshúsið á Norðasta Horni