Lurta
Til lesiveik

Íðka ítrótt í felagi

Leitar tú eftir einum felagsskapi, har tú kanst spæla fótbólt, kurvabólt, tennis ella læra at rógva kajakk saman við øðrum?

Í okkara felagsskrá finnur tú øll skrásett og góðkend ítróttafeløg í Tórshavnar kommunu. Her finnur tú kontaktpersónar, leinkjur til heimasíðurnar hjá feløgunum, teldupostbústaðir og telefonnummur.

Gev gætur, at felagsskráin er ikki liðug enn, og tískil kunnu summi feløg og summar dátur mangla. Veitst tú um dátur, sum vanta í felagsskránni, vilja vit fegin hoyra frá tær. Send ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja títt navn og at skriva »dátur til Felagsskránna« í evnisteigin.

Felagsskráin