Vit hava nógv fjølbroytt og virkin feløg í kommununi, sum fáast við øllum frá svimjing, seyming og útilívi til list, fimleik og stríðsítrott.
Fyri at finna eitt av teimum mongu feløgunum og klubbunum í kommununi, kanst tú leita í okkara felagsskrá. Í felagsskránni kanst tú leita eftir navni á felagi, slag av ítrivi ella staðseting. Her er eisini frítekstleiting.
Gev gætur, at Felagsskráin er ikki liðug enn, og tískil kunnu summi feløg og summar dátur mangla. Veitst tú um dátur, sum vanta í Felagsskránni, vilja vit fegin hoyra frá tær. Send ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja títt navn og at skriva »dátur til Felagsskránna« í evnisteigin.
Felagsskráin