Lurta
Læn ella leiga høli til mentanarlig endamál
Kommunan ræður yvir fleiri mentanarhølum í miðbýnum, sum tú kanst læna ella leiga. Hølini kunnu brúkast til alskyns mentanarvirksemi, til dømis tónleikaframførslur, framsýningar, almennar fundir, dansiframførslur, filmstiltøk, ungdómstiltøk, listaframsýningar og onnur mentanarlig tiltøk. Tú kanst leiga hølini á heimasíðuni hjá Tórsgøtu.
Kommunalu fólkaskúlarnir hava eisini høli at læna ella leiga til ávís endamál. Skúlaleiðslan tekur støðu til fyrispurningar um at læna ella leiga skúlahølir. Hølini hjá skúlunum verða kortini ikki leigað út til vinnulig og privat endamál, sum til dømis veitslur.
Leiga høli hjá Tórsgøtu (torsgota.fo)
Finn skúla
Um hølisleigu – høli, prísir og reglur
Hvørji høli kanst tú leiga?
Tú hevur møguleika fyri at leiga hesi hølini:
- Reinsaríið
- Perluna
- Auluna í Finsen
- Ostahúsið Atelier
- Perlutúnið
- Garasjuna
- Kjallaran í Ostahúsinum
- Ávís høli í kommunalu fólkaskúlunum
- Smiðjuna í Lítluvík
Garasjan og kjallarin í Ostahúsinum eru venjingarhøli til tónleikarar burturav og kunnu bara leigast til endamálið. Tónleikaútgerð er til taks í hølunum.