Virknishøllin í Finsen til rørslu og spæl
Virknishøllin í Finsen til rørslu og spæl
Virknishøllin í Finsen

Tróndargøta 44
100 Tórshavn

itrott@torshavn.fo 

Leiðari Dánjal Samuelsen
Tel. 29 14 70

Lurta
Til lesiveik

Virknishøllin í Finsen

Í Virknishøllini í Finsen ber til at spæla hockey, gera fimleik, sparka innandura fótbólt (við bleytum bóltum), spæla badminton og spæla flogbólt. Útgerð er eisini til at byggja forðabreytir og til spæl hjá børnum. 8 máttir eru til yoga.

Bóka tíð í Virknishøllini í Finsen

Á sumri 2020 lat Virknishøllin í Finsen alment upp. Virknishøllin er høllin, ið áður var niðara fimleikahøllin í Tórshavnar kommunuskúla, sum í 2017 gjørdist til lestrarbústaðarhúsið Finsen. 

Visjónin við Virknishøllini er, at hon skal geva fólki møguleika fyri sjálvskipaðum virksemi og nýta høllina til alskyns rørslu og spæl, harav navnið Virknishøllin. Ein part av tíðini verður høllin harumframt brúkt til virksemi innan dagstovnaøkið. 

GG: Tað eru ongar brúsur og ves í Virknishøllini enn. Fyribils vísa vit tískil til vesini undir Auluni í Finsen. 


Samband og upplatingartíðir
Upplatingartíðir í Virknishøllini

VIRKNISHØLLIN Í FINSEN

Mánadag - sunnudag 8 - 22

Samband

Høllin er ikki mannað. Hevur tú spurningar, ella tørvar tær hjálp, kanst tú venda tær til Ítrottaanlegg.


Ítróttaanlegg

Tel. 29 14 70
itrott@torshavn.fo 

Soleiðis bókar tú Virknishøllina
Bóka eina tíð

Fyri at tryggja, at so nógv sum gjørligt kunnu fáa gagn av høllini, ber til at bíleggja upp til 5 vikur í senn. Bókingin gongur fyri seg í bókingarskipanini á itrott.fo.

Bóka tíð í Virknishøllini í Finsen

Fyri at bóka hallir í Tórshavnar kommunu, mást tú stovna teg sum brúkara í bókingarskipanini á itrott.fo. 

Hvat kostar tað at leiga høllina?

Tað kostar 200 krónur at leiga høllina í ein tíma.

Hentleikar
Hentleikar

Virknishøllin í Finsen hevur net og mál til:

  • fótbólt
  • hockey
  • badminton
  • flogbólt

Harafturat eru:

  • 8 máttir til yoga
  • tilfar til at byggja forðabreytir til børn

Gev gætur, at bara mál og net eru í høllini. Tað vil siga, at tú mást sjálv taka bóltar og stavar við. Minst eisini til at brúka bleytan bólt, um tit sparka fótbólt.

Hjartastartarar
Fá hjálp

Hjartastartarar kunnu brúkast av øllum, og tað letur seg ikki gera at brúka hjartastartarar skeivt. Tað vil siga, at tað er ikki neyðugt at hava servitan fyri at nýta hjartastara.

Tú kanst lesa meira um hjartastartarar og fyrstahjálp á heimasíðuni hjartastartari.fo. Har kanst tú eisini leita eftir nærmasta hjartastartara.

Hjartastartari.fo

Nær skal eg brúka hjartastartaran?

Smellur ein persónur um, og heldur tú, at orsøkin er hjartasteðgur, kanst tú brúka hjartastartaran. Hevur persónurin ikki hjartasteðg, fær hjartastartarin ikki veitt elektriska stoytin.

Hvussu geri eg?

Tak hjartastartaran úr taskuni, opna lokið, tendra á knøttinum, so fortelur hjartastartarin tær, hvussu tú skalt bera teg at.

Hvar finni eg hjartastartaran?

Hjartastartari er settur upp nærindis øllum ítrótta-og fimleikahallum hjá Tórshavnar kommunu.

Nærmasta hjartastartara finnur tú í Sjúrðargøtu 20 uttan fyri Tannklinikkina PETRI. Í dagtímunum sleppur tú eisini framat hjartastartaranum í Miðstovninum í Gamla Realskúla, sum liggur í Finsengarðinum.

Tú sært tær við at leita her: 

Hjartastartari.fo

Finn veg
Kort
Við bussi

Leið 4 steðgar í Tróndargøtu. Allar hinar bussleiðirnar steðga nærindis í Steinatuni. 

Tú kanst gera tær eina ferðaætlan her: 

Leiðfinnarin hjá Google Maps

Parkering

Nærmastu parkeringsbásarnir eru í Tróndargøtu, Sjúrðargøtu og Tórsgøtu.

Tú sært yvirlit yvir øll parkeringsøkini her: 


Kort í fullari stødd

Parkeringspláss og atkoma fyri rørslutarnað

Parkeringspláss til rørslutarnað eru framman fyri og aftan fyri Sjónleikarhúsið (ein básur hvørju megin). Í Tórsgøtu er eisini ein parkeringsbásur til rørslutarnað. 

Tú sært yvirlit yvir parkeringsøkini her: 


Kort í fullari stødd

Bakgrundskunning

Um Virknishøllina Finsen í Frítíðar- og ítróttarpolitikkinum hjá Tórshavnar kommmunu:

Virknishøllin í Finsen fer m.a. at vera karmur um barnaspæl og sosiala samveru og er eitt boð uppá karmar til familjur at fáa ágóðan av. Virknishøllin í Finsen er ætlað einum breiðum hópi av borgarum at leiga til ymisk endamál innan rørslu og sosiala samveru. Ætlanin er, at høllin burturav verður til nýtslu hjá borgarum og ikki hjá ítróttafeløgum.

Virknishøllin í Finsen er eitt boð uppá umstøður, ið eisini eru væl egnaðar sum karmur um virksemi til tey við skerdum førleika og rørslutarni.

Frítíðar- og ítróttarpolitikkur í Tórshavnar kommunu 2020-2024

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15